Bráðtíðindi Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Endiliga bragdaði hjá Ægir, Signhild Joensen vann 50 metur ryggsvimjing

Tað bleiv ein sera spennandi kapping í 50 metur ryggsvimjing. Birita Debes, sum eigur føroyska metið í 50 metur ryggsvimjing bjóðaði Signhild Joensen av og Signhild eigur junior metið.

Birita Debes legði seg á odda, men Signhild hevði ein super endaspurt og vann kappingina við tíðina 29.01, Birita Debes bleiv nummar tvey og hevði tíðina 29.39 og systurin Barbara Debes  vann bronsu við tíðina 30.73.

Stórt tillukku Signhild og Barbara.

Myndina hevur Elsebeth Vilhelm tikið.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.