Lokal tíðindi

Endabrak í Húsinum týskvøldið

Danny and the Veetos fara at spæla seinastu konsertina í ungdómshúsinum, áðrenn Húsið flytir nærri miðbýnum. Hetta verður týskvøldið 24. apríl, sum samstundis er hitt seinasta fyri summarsteðgin.

Týskvøldið 24. apríl hevur Húsið á seinasta sinni opið á Klaksvíksvegi 57, har ungdómurin hevur húsast síðan byrjanina í 2006. Farið er undir umvælingararbeiði í Húsinum, har annað virksemi í næstum flytir inn, og í Atlantis, sum í framtíðini verður bústaður hjá ungdómshúsinum.

Tá ið Húsið letur upp aftur eftir summarfrítíðina verður tað sostatt í nýumvældum umstøðum mitt í býarhjartanum, har ungdómurin fer at búleikast á ovastu og niðastu hædd í Atlantis, meðan biografvirksemið heldur fram í miðhæddini.

Tað, at Húsið nú verður flutt nærri miðbýnum, gevur fleiri fjølbroyttar møguleikar fyri samansjóðing av ymsu frítíðartilboðunum til børn og ung. Eitt nú er staðsetingin praktisk hjá teimum, ið ganga til venjing ella annað í sama nærumhvørvi eftir skúlatíð, tí flestu hentleikarnir í býnum eru beint í túninum.

Klaksvíksvegur 57 fer framyvir at húsa almenna stovninum “Gloym meg ei”, sum hevur tænastuøki í Norðoyggjum og Eysturoy. Flytingin er so smátt byrjað, og “Gloym meg ei” letur upp í nýggju hølunum í summar.

OPIÐ HÚS OG “FARVÆL” TÝSKVØLDIÐ
Summarsteðgurin og flytingin merkir eisini farvæl við ungdómshúsið í tí hami, vit hava kent tað síðan byrjanina. Húsið slóg dyrnar upp á fyrsta sinni 27. februar 2006, og hesi farnu 12 árini eru helst fleiri túsund barna- og ungdómsskógvar slitnir á Klaksvíksvegi 57.

Tí bjóðar Húsið øllum at vera hjartaliga vælkomin til eitt alment farvæl-kvøld, har Danny and the Veetos fara at spæla seinastu konsertina í stóra felagsrúminum.

Húsið letur upp fyri seinastu ferð á Klaksvíksvegi týskvøldið kl. 18, og konsertin byrjar kl. 21.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *