Bráðtíðindi

Eldurin kyknaði uppaftur klokkan seks í morgun

Klokkan umleið seks í morgun kyknaði eldurin uppaftur í húsinum á Geilini 2 í Klaksvík.

Stórur eldur var boðaður frá kl. 20.00 í gjárskvøldið og sløkkiliðið var skjót á staðið og tað tók 1½ tíma at sløkkja eldin, men roykurin vildu ikki ordiliga geva seg yvir-

Undirritaði koyrdi forbí klokkan seks ímorgun, tá sæst enn roykir á endanum á takinum og tá kom Sløkkiliðsovastin Finn Hansen og ein Løgreglukvinna á staðið fyri at kannað royking og tá sæst at eldur var komin í aftur.

Finn Hansen og Løgreglukvinnan vóru skjótt og fóru í holt við at sløkkja eldin við pulvursløkkjara og høggijarni og tey fingu tamarhald á eldinum, men tað var ikki ordiliga sløkt, so Sløkkiliðsbilurin bleiv boðsendir aftur og hann kom á staðið hálvan tíma seinni.

​Kl. 07.15 vóru tey enn í holt við at tryggja húsini og tá sæst, at nú var sløkt.

​SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *