Tíðindi Vinna

Einar’s Akvavitt vunnið heiðursmerki á International Taste & Quality Institute (iTQi)

Einar’s Akvavitt hevur vunnið heiðursmerki á International Taste & Quality Institute (iTQi), sum er heimsins mætasta kapping fyri mat og drekkivørur. Einar’s Akvavitt fekk heiðurin Superior Taste Award, ið gevur 2 gullstjørnur.
“Hetta er ein góð og kærkomin viðurkenning fyri Einar’s Distillery. Vit hava arbeitt hart og miðvíst við at menna Einar’s Akvavit, og hetta er ein staðfesting av, at vit smæðast ikki burtur. Vit eru nærløgd og brúka bara tær bestu rávørurnar í framleiðsluni. Eg eri heilt vísur í, at tað góða føroyska vatnið hevur spælt ein stóran leiklut í úrslitinum.” sigur Einar Waag, stjóri á Eínar’s Distillery.
Kappingin, ið hevur sæti í Brúsell í Belgia og hevur heitið “International Taste & Quality Institute”, kappingin er á hvørjum ári og er tann størsta av sínum slagi við luttøku úr meir enn 130 londum. Í dómarapanelinum eru 140 serkøn í mati og drekkivørum, tað eru kokkar, spiritus- og vínserfrøðingar, og dømingin er grundað á blindsmakking og kemiska kanning.
“Vit vita at føroyskar rávørur eru í heimsflokki og vit kunnu brúkað heiðurin sum eitt herðaklapp at marknaðarføra Einar’s Distillery”, sigur Einar Waag. “Hetta er ein kapping, ið keyparar kring heimin fylgja og heiðurin kann gera, at vit kunnu koma inn á útlendskar marknaðir eisini”.
Einar’s Distillery er fyrsta góðkenda føroyska distallarí, áhugin stórur fyri framleiðsluni hjá Einar’s Distillery: ”Sølan av Einar’s Akvavitt og Einar’s Vodka hevur verið stak góð og um stutta tíð kemur eisini føroyskt gin á marknaðin, umframt hesar vørunar, liggur føroyskt whisky í tunnum og búnast, sigur Einar Waag at enda”

Stórt tillukku tit á Føroya Bjór.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *