Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Einaferð vann Ægir 29 av 30 kappingum og vit fingu heiðursbræv frá Klaksvíkar Býráð

Hetta hendi í 1985, men tá var einki sjónvarp, sum varpaði kappingina út, men bløðini vóur har og hetta stóð í Dimmalætting tann 1. juni 1985, sjá niðanfyri.

Føldi meg eitt sindur gamlan í svimjihøllin í Gundadali seinasta vikuskiftið, har fleiri av ungu svmijarnum ivaðust, um eg nakrantíð hevði svomið og trúði als ikki at eg nakrantíð hevði verið føroyameistari.

Kanska var tað vektin, sum eisini spældu inn, men mín tíð var í 80unum og var eg mest vinnandi svimjarin hjá monnum tað tíðina. Í 1985 vunnu vit 29 føroyameistaraskap av 30 møguligum, so tit ungu, tit mugu venja eitt sindur harðari, um tit skulu klára okkara met hehehehe.

Annars takk fyri eitt gott FM í stuttgeil 2018, tit í Ægir vóru sera røsk, eg eri stoltir av tykkum øllum.

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.