Lokal tíðindi Merkisdagar Tíðindi

Edward Fuglø fekk M. A. Jacobsen virðislønina

Í gjár fekk listamaðurin frá Klaksvík Edward Fuglø M. A. Jacobsen virðislønina. Tað var borgmeistarin í Tórhsavn, Annika Olsen sum handaði Edward Fuglø virðislønina.

Hetta segði dómsnevndin um grundgevingina at geva Edward Fuglø virðislønina:

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2018 verður latin Edwardi Fuglø.
Dugnaligi og virkni listamaðurin verður heiðraður fyri sítt einastandandi verk um søguna um Jesus úr Nasareth, ið hongur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík. “Tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nasareth er eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list (…) Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll”, segði dómsnevndin millum annað í síni grundgeving.

Stórt tillukku Edward Fuglø.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *