Bráðtíðindi Tíðindi

Deyður persónur funnin á Kunoynni

Politiið í Føroyum fekk leygardagin 30. november fráboðan um, at ein deyður persónur var funnin í Skriðudali á Kunoynni.

Sambært fráboðaranum hevur tann deyði persónurin ligið har longi.

Sum umstøðurnar eru í sambandið við tann funna persónin, ber ikki til at eyðmerkja hann.

Arbeiðið hjá politinum er nú at fáa greiðu á umstøðunum á staðnum, og at staðfesta, hvør tann deyði er.

Politiið kann í løtuni ikki siga nakað nærri um málið og væntar ikki at hava nakað nýtt í málinum komandi dagarnar.

Kontaktpersónur: Politikommissær Heri Andreassen, mobil tlf. 289866

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *