Ferðavinna Pensionistar Tíðindi

Danski uttanríkisráðharrin vitjar Føroyar

Jeppe Kofod, danski uttanríkisráðharrin, kemur til Føroya mikudagin. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, verður vertur fyri vitjanini.

Undir vitjanini fara teir báðir millum annað at umrøða aktuel uttanríkispolitisk mál.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa størri uttanríkispolitiskt rásarúm. Eisini hevur landsstýrið sett sær sum mál, at føroyskir myndugleikar fáa innlit í og ávirkan á øll viðkomandi uttanríkis- og verjupolitisk mál.

Ein stuttur túrur verður gjørdur til Gásadals, áðrenn koyrt verður til Havnar, har Jeppe Kofod og Jenis av Rana hava fund í Tinganesi. Aftan á fundin fáa fjølmiðlafólk høvið at hitta ráðharrarnar.

Hósdagurin byrjar við fundi í løgtinginum við uttanlandsnevndina, og síðani gongur leiðin í Vinnuhúsið. Áðrenn danski uttanríkisráðharrin fer til Danmarkar aftur, vitjar hann Listasavn Føroya.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *