Í vikuni komu boð frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, at fráboðaða uppboðssølan av norðhavssild mikudagin og av makreli um eina viku skulu bíða, til politiska útlutanin av “vinar- og kenningarkvotunum” er avgreidd. Ótryggleikin í føroysku fiskivinnuni veksur fyri hvønn dag. Fyrr vistu feløgini við ársbyrjan, hvussu nógv tey høvdu at fiska og kundu leggja árið til Les meira…
Fiskaklettur landar til NFCS í Klaksvík
Í morgin kemur Fiskaklettur á Klaksvík við 47.900 pundum. Teir byrjaði fiskiskapin tann 16. juni og tað mesta er toskur, tunga og havtaska. Fiskaklettur hevur roynt á landleiðini norðanfyri og eystanfyri. Veiðan varð boðin út á Fiskimarknaðinum Føroya. Sum sagt, so hevið Fiskaklettur 47.900 pund og var prísurin fyri veiðuna 417.944,00 kr. Kelda: fmf SáH
7,9 milliónir í eitt svart hol í Tórshavn
Í gjár var aftur ein uppboðssøla, hesaferð var tað rættindir at veiða 5.000 tons av Norðhavssild og Hvalnes keypti 3.350 tons fyri 6.5 milliónir og Næraberg keypti 700 tons fyri 1,4 milliónir. Sostatt kann sigast, at 7,9 milliónir blivu tiknar frá Norðurøkinum og beint í eitt svart hol í Tórshavn. Ótrúðligt, at vit í útjaðarnum Les meira…
Dýrindal landar til NFCS í Klaksvík
Dýrindal fór túr tann 16. juni og kom aftur tann 18. juni, so hetta var ein skjótir túr. Hann hevur roynt á landleiðini norðanfyri. Veiðan bleiv boðið út á Fiskamarknaðinum. Teir høvdu 15.450 pund og var prísurin fyri veiðuna 135.485,00 kr. Tað mesta av fiskinum var, Toskur, Havtaska og Tunga. SáH
Bragd avreiddi 7.320 pund í gjár
Teir fóru túr tann 10. juni og komu aftur tann 13. juni og løgdu veiðuna upp til N.F.C.S. Veiðan var boðin út á Uppboðssøluni hjá FMF og samlaða virðið bleiv 54.876,00 kr. Mesta av veiðuni var Longa íalt 3.818 pund, restin var Brosma, Kongafiskur, Havtaska, Skøturavar og Toskur. SáH
Polarhav og Stjørnan landa gullaks til Kósina
Polarhav og Stjørnan landa júst nú á Kósini. Teir hava 187,4 tons av gulllaksi og var veiðan boðin út á Fiskamarknaður Føroyar, prísurin varð 5,05 og samlaði virðið av veiðuni varð 936.270,00 kr. SáH
Fiskaklettur landar í morgun til N.F.C.S.
Tey eru longu farin ígongd við landingina á vestur síðuni, har Fiskaklettur liggur við bryggju og landar. Hann hevur góð 54.000 pund og veiðan er seld via Fiskamarknaður Føroyar og bleiv samlaði virðið av veiðuni 446.924,00 kr. SáH
Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, havt fund við sín norska starvsbróður í gjár
Í sambandi við uppsjóvarráðstevnuna Pelagisk Arena í Bergen í dag, hevði Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, fund við sín norska starvsbróður Per Sandberg, har teir báðir fingu høvi til at umrøða áleikandi mál landanna millum. Serstakliga umrøddu teir føroyskt landingarbann uttanlands og komandi strandarlandasamráðingar um svartkjaft, norðhavssild og makrel. Fiskimálaráðharrarnir báðir vóru samdir um, at Føroyar og Les meira…
Ein vanlukkulig fiskivinnunýskipan
Fiskivinnunýskipanin er ein vanlukka fyri okkara land, tá reiðarar byrja at selja skip av landinum grundað á nýskipanina. Tað er eisini okkurt galið, tá flakavirki ikki sleppa at byggja út. Tí má nakað gerast skjótt frá politiskari síðu, fyri at rætta uppá vinnuskaðiligu avleiðingarnar, sum vísa seg frá nýggju fiskivinnulóggávuni Aftur og aftur hoyra vit, Les meira…
Gadus fór avstað kl. 15.30 ígjár
Klokkan 15.30 ígjár hoyrdist trý ýl í Klaksvík og var tað Gadus sum loystu og settið kós móti Brarentshavninum. Gadus kom fullfermdur til Klaksvíkar týsdagin eftir Norðoyastevnu og hevur hann ligið minni enn eina viku, nú hann longu er farin avstað aftur. Gadus er á veg í russiskan sjógv, við eru 32 mans og skipari Les meira…