Merkisdagar Tíðindi Tónleikur

Føroysk jólagudstænasta og jólaheilsanir í Aarhus

Leygardagin 15. desembur kl 14:30 verður føroysk jólagudstænasta í Skt. Johannes Kirke, á Trøjborg i Aarhus. Prestur verður Borgny Susanna Brünings-Hansen, sum er føroyskur prestur í Keypmannahavn. Organistur verður Jóannes Nólsøe. Áarljóð, tað føroyska kórið hjá okkum í Aarhus, vil framføra fyri okkum og syrgja fyri at vit koma í jólahýri. Aftaná jólagudstænastuna bjóðar felagið Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi Tónleikur

Størsti pallur nakrantíð

Risapallur á Vágsbø tryggjar konsertir við altjóða stjørnum Vanliga er stóri pallur á Summar Festivalinum landsins størsti tónleikapallur. Í ár er pallurin uppaftur størri, enn hann plagar at vera. Talan er um størsta tónleikapall, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Risapallurin ger tað møguligt at hýsa stórum altjóða nøvnum sum Zara Larsson, Aqua og Roger Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi Tónleikur

Summar Festivalurin byrjar við karneval

Seinnapartin verður litrík skrúðgonga í Klaksvík Í dag byrjar fimtandi Summar Festivalurin, og lagt verður fyri við lívligari og litríkari skrúðgongu. Klokkan 14:30 fer karnevalgonga úr Klaksvíksgarðinum og heim í ítróttarhøllirnar, har Silvalandið heldur til. Bubu og Silvi vera á odda fyri skrúðgonguni, og eisini fara fólk og bamsur at seta lív í. Tá ið Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi Tónleikur

Í kvøld spælir Aqua á Vágsbø

Fimtandi Summar Festivalurin byrjar í dag Í dag verða fyrstu almennu konsertirnar á fimtanda Summar Festivalinum í Klaksvík. Stóra navnið í kvøld er hittbólkurin Aqua, sum fekk altjóða gjøgnumbrot við sanginum Barbie Girl og síðani hittaði við sangum sum Doctor Jones, Roses Are Red, Cartoon Heroes, Around The World og Back To The 80’s. Aqua Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi Tónleikur

Nu fer JoKa umsíðir á pall

Bólkurin við mongu landaplágunum spælir á Summar Festivalinum hóskvøldið Við sangum sum Torvatrøll, Ivast, Barnið og Flúgvi eg til tín brakaði JoKa beint inn á føroyska tónleikapallin, tá teir báðir Karl Martin Samuelsen og Jóhannus á Rógvi Joensen í 1986 sendu sína fyrstu útgávu á marknaðin. Talan gjørdist um hópin av veruligum landaplágum, og enn Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi Tónleikur

SF Konsert: Hesi syngja á fagnaðarkonsert

Nú er greitt, hvørjir sangarar vera við á fagnarðarkonsert á Summar Festivalinum Ársins Summar Festivalur er tann fimtandi í røðini, og tað verður feirað við stórari fagnaðarkonsert á Vágsbø. 15 sangarar syngja 15 hitt. Hetta eru sangir, sum hava verið við til at seta dám á seinastu Summar Festivalarnar. Ein vælspælandi bólkur undir leiðslu av Les meira…

Tíðindi Tónleikur

Í kvøld verður konsert á vágni

Summar Festivalurin bjóðar flótandi konsert í kvøld Í kvøld verður upphiting til Summar Festivalin við konsert á vágni í Klaksvík. Hetta var roynt fyrstu ferð í fjør og riggaði serstakliga væl. Hesaferð verður tað songkvinnan úr Mikladali, Ingibjørg Hansen, ið fer at syngja. Saman við henni spæla tónleikararnir Pætur við Keldu og Ólavur Jakobsen. Framførslan Les meira…