Ítrottur Tíðindir

Kappingarskráin fyri Premier League 2018-2019 løgd

Í vikuni bleiv kappingarskráin fyri Premier League almenna kunngjørd og her sæst at Tottenham skal spæla úti ímóti Newcastle í fyrsta umfarið. Stóri dysturin tann 11. august, tá ið kappingin byrjar, er dysturin ímillum Arsenal og Manchester City. Her øll kappingarskráin, klikk her: “Premier Leauge 2018-2019” Her Kappingarskráin fyri Tottenham, klikk her: “Tottenham Premier Leauge Les meira…

Ferðavinna Lokal tíðindi Tíðindir

Virkishugurin og viljin til Gamlagarð er stórur

Í samband við, at Gamligarður í dag varð handaður Visit Norðoy at umsita, høvdu umboðini fyri kunningarstovuna eisini sett bygdafólkinum í Svínoy stevnu fyri at byrja samskipanina av teimum tilboðum og tænastum, sum Gamligarður nú kann leggja lunnar undir í oynni. Merkið veittraði frammanfyri Gamlagarð og setti sín dám á løtuna, tá bygningurin varð handaður Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindir

Gamligarður handaður Kunningarstovuni

Jógvan Skorheim, borgarstjóri handaði í dag Elsu Poulsen, leiðara á Visit Norðoy gistingarhúsið í Svínoy – Gamlagarð – at umsita vegna kommununa. Tað var ein ovurfegin borgarstjóri, sum í dag vitjaði í Svínoy, har Útoyggjastevna er á skránni leygardagin. Eyðun Jacobsen er nevndarlimur í Svínoyarnevnd Býráðsins og harumframt staðbundin maður hjá kommununi í oynni, og Les meira…