Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Maverick Barr vísir dystirnar Danmark – Frankaríki kl. 15.00 og Ísland – Kroatia kl. 19.00

Tað hevur verið sera gott lív í Maverick Barr undir hesum Heimsmeistaraskapinum í Ruslandi. Maverick Barr hevur víst teir flestu av dystinum beinleiðis og í dag verður ein stórur dagur í Maverick Barr fyri okkum Skandinavar. Danmark og Ísland fara í eldin ídag og bæði liðini kunnu spæla seg víðari. Maverick Barr letur upp kl. Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Innbjóðing til Svimjifagnaðardagin 2018 í Klaksvík

Sunnudagin hin 1. juli 2018 skipa Svimjisamband Føroya og Ægir fyri einum stórum og vónandi sera stuttligum spælidegi í Klaksvíkar Svimjihøll. Tiltakið er ókeypis og ætlað øllum børnum sum ganga í 4. ella 5. skúlaflokki, óansæð hvussu væl tey duga at svimja – Men av praktiskum ávum mugu vit tó avmarka luttøkuna til umleið 110 Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindaskriv Uncategorized

Enn ein løgin eyka úttøka til NMU, EJM og EM 2018

Hevði verið uppá sítt pláss, at Svimjisamband Føroya fortaldi okkum, hví hesir svimjarar blivu úttiknir til NMU, EJM og EM 2018, sjálvt um teir ikki kláraði kravtíðirnar. Hava teir forbetra seg ella sett persónlig met? ella hví eru tey í heila tikin úttikin? Tað hevði eisini verið gott fyri restina av svimjarnum í Føroyum at Les meira…

Ferðavinna Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Fleirfaldan av ferðavinnutilboðum í Norðoyggjum

Visit Norðoy hevur í dag almannakunngjørt ein nýggjan faldara við 18 ítøkiligum upplivingum til ferðafólk í summar Gongutúrar, rundvísing og ølsmakking á Føroya Bjór, mentanarligur seinnapartur í Spaniastovu, familjutúrur til Svínoyar, leiga av árabátum, túrar við seglskipinum Draganum ella skjóttgangandi Rib-báti, havsvimjing og heitur pottur í Hvannasundi, heimablídni og møguleiki at koma tætt at kvæðunum. Les meira…

Tíðindaskriv

Føroya Tele er nú góðkent Apple verkstað

Fyrst varð +298 góðkent sum landakota hjá Apple, og nú hevur miðvísa og áhaldandi arbeiðið við Apple aftur givið úrslit. Føroya Tele er nú góðkent Apple verkstað. Føroya Tele víðkar enn einaferð um samstarvið við Apple og kann nú rópa seg ein “Apple Authorised Service Provider”, og soleiðis fevnir virkisøkið hjá Føroya Tele nú eisini Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Gongutúrur á Kunoyarfjall á Norðoyastevnu

Norðoyastevnutúrurin hjá Norðoya gongufelag verður í ár niðan á Kunoyarfjall. Gongufelagið skipar javnan fyri gongutúrum kring landið, og í samband við ársins norðoyastevnu gongur leiðin niðan á Kunoyarfjall. Túrurin verður eftir ætlan eitt kvøld í norðoyastevnuvikuni ella á sjálvari norðoyastevnu og farið verður niðan á Kunoyarfjall og Galvskorafjall. Túrurin verður fyriskipaður eftir veðrinum komandi dagarnar, Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Fíggjarligt frípláss: Her eru umsóknarfreistirnar

Foreldur, ið lúka ásettu treytirnar, kunnu søkja um fíggjarligt frípláss á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktaskipanini. Treytin fyri fríplássi fylgir útrokningartalvu frá Almannaráðnum, sum verður dagførd árliga. Umsóknin um frípláss skal endurnýggjast hvørt ár við nýggjari umsókn, og freistin fyri endurnýggjan er 1. juli. Nýggjar umsóknir um frípláss skulu fyllast út og sendast kommununi í Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Torkil Møkøre ikki til at líta á

Enn einaferð er Ægir koyrt í bakgrundina og enn einaferð er tað leiðarin í Klaksvíkar Svimjihøll, sum stendur aftanfyri beistagerðirnar ímóti okkara stolta svimjifelag. Undirritaði var í oktober – november 2017 á fund við Torkil Mørkøre og ein Byggifrøðing hjá Klaksvíkar Kommunu og tá avgjørdi vit at felagshølini hjá Ægir skuldi flytast frá vælveruøkinum og Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Tað loysir seg at siga sína meining

Endiliga vaknaði Klaksvíkar Kommuna og er byrjað at fáa skil á óskilinum við vegakervinum í býnum. Undirritaði hevur skrivað hópin av greinum og koyrt hópin av filmsklippum á Facebook av hvussu vánaligir vegirnir eru í Klaksvík, Norðhavnini, Stongunum og á Strond. Klaksvíkar Kommuna hevur nú asfaltera á Stongunum og omankoyringina til Norðhavnina og nú er Les meira…