Tíðindaskriv Tíðindi

Nýggjur stjóri á Landsverki

Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen, hevur í dag sett Sigurd Leifsson Lamhauge sum stjóra á Landsverki. 19 umsøkjarar vóru til starvið, og Sigurd Leifsson Lamhauge er ein av trimum umsøkjarum, hvør við sínum serligu styrkjum og førleikum, sum ein samd setanarnevnd mælti landsstýrismanninum til at seta. Sigurd Leifsson Lamhauge er útbúgvin verkfrøðingur og Master of Les meira…

LØGTINGIд19 Politikkur Tíðindaskriv

Sosiala strategiin hjá Javnaðarflokkinum er svarta myndin av Fólkaflokkinum

Javnaðarflokkurin hevur megnað at tekna eina mynd av Fólkaflokkinum, sum flokkurin, ið ikki tekur sosial atlit, flokkurin, ið ikki ynskir at raðfesta fólk við serligum avbjóðingum, flokkurin, ið ikki ynskir at taka sær av okkara gomlu og flokkurin, ið bert ynskir at ríka nakrar fáar familjur í Føroyum upp. Høvuðsstrategurin hjá Javnaðarflokkinum hevur teknað eina Les meira…

Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Atgongumerkir til dystin KÍ – FK Riteriai týsdagin

Atgongumerkir til seinna dystin ímillum KÍ og FK Riteriai sum verður á Svangaskarðið týsdagin kl. 18.00 kunnu keypast í forsølu á atgongumerki.fo. Keyp her: https://ki.atgongumerki.fo/webshop/event/944455/order/info Forsølan av atgongumerkjum er bert umvegis okkara netskipan, og heldur hon áfram til týsdagin kl. 12.00. Um tað ikki er útselt tá verður durðasøla har prísurin á atgongumerkjunum hækkar til Les meira…

LØGTINGIд19 Tíðindaskriv Tíðindi Uncategorized Vinna

4 milliónir døgurðrar um dagin!

Langt úti í kviksilvurlýsandi meginhavinum liggur eitt einsamalt, lítið, blýlitað land. Hetta evarska lítla landið er samanborið við stórhavið sum eitt sandkorn á gólvinum í einum veitsluskála Men sætt undir sjóneyku er hetta sandkornið kortini ein heilur heimur við fjøllum, dølum, sundum og fjarðum, húsum og smáum menniskjum. Soleiðis skrivar William Heinesen í søgu sínari Les meira…

Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

BankNordik bjóðar nýhugsandi fyritøkum

Nýggjan fíggingarmøguleika Sum tann fyrsti peningastovnurin í Føroyum og Grønlandi hevur BankNordik gjørt avtalu við Evropiska Íløgugrunnin, EIF, ið gevur bankanum møguleika at veita nýhugsandi fyritøkum lán við lagaligum treytum. Avtalan millum BankNordik og EIF loyvir BankNordik at veita vinnukundum nýggj lán við kappingarførum treytum og veðhaldi úr ES-skránni “InnovFin”, ið hevur til endamáls at Les meira…

Tíðindaskriv Tíðindi

Útnorðurráðstevna um javnstøðu í Havn

Komandi tveir dagarnar er javnstøða millum kynini á breddanum í Havn: Í morgin, týsdagin 11. juni er forkunnugt Barbershop tiltak í Öström í Havn. Tiltakið, sum ber heitið: ”Menn og dreingir fyri javnstøðu millum kynini”, hevur til endamáls at eggja monnum og dreingjum at vera við til at fáa javnvág í millum kynini. Kendi amerikanski Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindaskriv

Bringumynd av Jógvan Waagstein verður avdúkað í Klaksvík

Fríggjadagin 31. mai 2019 verður ein bringumynd av Jógvan Waagstein, fjøldlistamanni avdúkað í býarlundini í Klaksvík. Byrjað verður kl. 16 við hátíðarhaldi í skúlanum á Skúlatrøð. Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar kommuna skipa fyri. Jógvan Waagstein varð føddur í Klaksvík, sonur Samuel Michael Joensen, lærari og deknur úr Gerðum í Klaksvík og Mariu Fredrikku, f. Olsen Les meira…

Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Norðoya Sparikassi: Vitja bás okkara á Atlantic Fair

Norðoya Sparikassi luttekur á altjóða maritimu framsýningini Atlantic Fair, sum verður í Klaksvík 21. – 23. mai 2019. Vit eru á bási nr. D-390, sum er í KÍ-høllini, og ynskja at bjóða øllum vælkomnum at vitja okkum á básinum. Atlantic Fair er opin soleiðis: Týsdagin 21. mai 10:00 – 17:00 Mikudagin 22. mai 10:00 – Les meira…

Bráðtíðindi Tíðindaskriv Tíðindi Tónleikur

Nýggj fløga og útgávukonsertir

25 mai kemur út nýggja fløga við Eyðun Jacobsen. Heiti á fløguni er “Lívsins løtur”. 18 sangir eru á fløguni, har Eyðun sjálvur hevur skriva orð og lag til 8 av teimum. Tónleikurin er innspældur, gjøgnum seinastu 4 – 5 árini, í Crossroads Studio í Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum undir leiðslu av Jeff Les meira…