Politikkur Tíðindi

2. Løgtingsformaðurin Heðin Mortensen gav løgmanni loyvið at niðurrakka Jørgen uppá tað grovasta

Jákup Mikkelsen átalaði viðferðina, sum Aksel V. Johannesen gav Jørgen Niclasen á tingsins røðarapallið og bað 2. Løgtingsformannin Heðin Mortensen átala viðferðina, men Heðin bað Jákup Mikkelsen vanda sær sjálvum um orðini og gav einum flennandi Løgmanni orðið aftur. Sær út sum at Heðin Mortensen er í ringum lag í dag, man tað ikki vera Les meira…

Politikkur Tíðindi

Monologurin í Degi og Viku 1. oktober – afturljóðið frá farnum tíðum

Aftur eitt deja-vu í KvF í gjárkvøldið, har landsstýriskvinnan óskorin slapp at manipulera og siga ósatt um fíggjarlógina og útreiðsluvøksturin. Hin altíð snøggi og vinskipiligi verturin hevði bara lutin sum tann uppiíprátandi – sum handan borðið skuldi inna framløguna. At henda samgongan higartil hevur vaksið um almennu nýtsluna við nærum milliardini og manipulerað seg til Les meira…

Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Henrik Old lagt kongin og er farin frá

Henrik Old fer úr embæti sínum sum landsstýrismaður Ja, tað er munur á, hvat Henrik Old hevur kradda til suðuoyrar enn okkara nissudukkir hava fingið til Norðoyggjar í hesum valskeiðinum. Henrik hevur arbeitt fyri eitt økið og tað er Suðuroy og tað hevur hann gjørt gott. Okkara løgtingsfólk og landsstýrisfólk her norðuri hava snork sovið Les meira…

Politikkur Tíðindi

Fíggjarlógin 2019: Stórt avlop, minkandi skuld og íløgur í framtíðina

Stórt avlop, varligur rakstrarvøkstur og fleiri miðvísar raðfestingar, sum flyta Føroyar fram á leið á mongum økjum. Hetta var boðskapurin, tá ið Kristina Háfoss, landsstýrsikvinna í fíggjarmálum, fyrrapartin legði fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019. Hetta er fjórða fíggjarlógaruppskotið hjá sitandi samgongu. Avlop landskassans verður 403 mió. kr. í 2019, og rakstrarútreiðslurnar vaksa einans 2,6%, meðan inntøkur Les meira…

Politikkur Tíðindi

Fíggjarlógaruppskotið 2019 verður lagt fram nú klokkan 10:00

Tíðindafundur verður nú klokkan 10:00. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, leggur vegna landsstýrið fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019. Tíðindafundurin verður í fundarhølinum “Krónan” í Kvíggjartúni 1 á Argjum. Tíðindafundurin um fíggjarlógaruppskotið verður stroymdur Til ber at fylgja við beinleiðis, tá ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í morgun á tíðindafundi leggur fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2019. Tíðindafundurin verður stroymdur Les meira…

Politikkur Tíðindi

Nevndin innan menningarkvotum fingið 500.000,00 kr. í lumman

Hilbert Elison tók málið upp á Løgtinginum ídag og upplýstið hann, at nevndin sum hevði við menningarkvotunum at gera, tær sølli mánaðar hon virkaði, fekk heilið 500.000,00 kr. í nevndarlønum ella meira enn 100.000,00 kr. í part. Vónandi er tað ikki sannheit, hasin Høgni Hoydal hevur verið sera kostnaðarmikil fyri Føroya land. SáH

Politikkur

Løgfrøðiligt kynsskifti, viðmerking frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Sonja Jógvansdóttir hevur lagt uppskot fram um at skifta kyn juridiskt. Sjálv kallar hon hetta fyri eina lítla lógarbroyting. T.v.s., at um ein maður følir seg sum eina kvinnu og framvegis følir hetta eftir 6 mánaðir, so skal hann juridiskt kunna gerast ein kvinna. Persónsnummarið verður broytt. Annars er maðurin tann sami maðurin sum áðrenn. Les meira…

Fiskivinna Politikkur Tíðindi

Jørgen Niclasen spyr Høgna Hoydal um uppboðsølu

Jørgen Niclasen setir fram munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal um uppboðsølu. Spurningurin verður svaraður á tingfundinum mikudagin. Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann viðvíkjandi uppboðssølu av fiskirættindum 1. Hevur landsstýrimaðurin ætlanir um at útiloka ávís reiðarí frá at bjóða á uppboðssølu av fiskirættinum 2. Um, ja, ætlar landsstýrismaðurin er gera tað umsitingarligt ella kemur landsstýrismaðurin Les meira…