Fiskivinna Politikkur Tíðindi Vinna

Jørgen Niclasen spyr Høgna Hoydal um burðadygga veiðu á Flemish Cap

Jørgen Niclasen setir fram munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal um burðardyggan fiskiskap á Flemish Cap . Spurningurin verður svaraður á tingfundinum mikudagin. 1. Ætlarlandsstýrið at tryggja, at føroysk skip kunnu burðardygt veiða 4.600 tons av toski á Flemish Cap. Viðmerkingar: Fyri tíð síðan kom fram, at fiskifrøðingar eru komnir til tað niðurstøðu, at kvotan av Les meira…

Politikkur Tíðindi

Jørgen Niclasen spyr Hendrik Old bygdaleiðir til Glasir

Jørgen Niclasen setir fram munnligan fyrispurning til Hendrik Old um bygdaleiðir til Glasir. Spurningurin verður svaraður á tingfundinum mikudagin. 1. Hevur landsstýrimaðurin ætlanir um at fáa broytt ferðaætlan hjá bygdaleiðum, so tær passa til skúlatíðirnar í nýggju Glasum. Viðmerkingar: Glasir eru latnar upp og hópin av ungdómi gongur har. Í bygdaleiðum eru mong ung lesandi Les meira…

Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi

Óluva Klettskarð spyr um fiskivinnuna í Norðoyggjum

Fyrsta mál á Løgtingsfundinum í dag eru fyrispurningar frá Óluvu Klettskarð til fiskimálaráðharran Høgna Hoydal. Tingfundurin byrjar kl. 11.00. Á tingfundi 10. september 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: Hvussu eru viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við? Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg? Les meira…

Politikkur Tíðindi

Spyr um álvarsligar avleiðingar av hjúnabandslógini

Tá ið hjúnabandslógin var til viðgerðar, vóru vit fleiri, sum royndu at vísa á vandan í at gera hjúnabandið kynsneutralt. Vit vístu á, at tað fór at fáa óyvirskoðiligar avleiðingar fyri samfelag okkara frameftir og verða orsøk til radikala umbroyting av allari fatan av familju, hjúnalagi og samlívi. Her varð latið upp fyri nøkrum, sum Les meira…

Politikkur Tíðindi

Jørgen Niclasen spyr Sirið Stenberg um íbindingargjald hjá SEV

Jørgen Niclasen setir fram munnligan fyrispurning til Sirið Stenberg um íbindingargjald hjá SEV. Spurningurin verður svaraður á tingfundinum mikudagin. 1. Hevur landsstýrið góðkent íbindingargjaldið, sum SEV áleggur familjum 2. Ætlar landsstýrið at krevja broyting í íbindingargjaldinum. Viðmerkingar: Síðan sitandi samgonga tók við, hevur sonn skatta- og avgjaldsøði rakt føroysku familjurnar. Millum gjøldini, sum samgongan hevur Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi

Nógvir mátar at vinna eitt val uppá, her ein av teimum “Grundstykkini á Fossum tøk í 2017”

Tað er bara at lova alt í millum himmal og jørð áðrenn valið og so gera nakað heilt annað aftaná valið. Kristian Eli Zachariasen frá Nýtt Sjálvstýri er ein av teimum, hann lovaði alt ímillum himmal og jørð áðrenn valið og eitt av hansara vallyftum var, at grundstykkini á Fossum, skuldu standa tøk í 2017 Les meira…

Pensionistar Politikkur Tíðindi

Uppskot fer at geva pensjónistum 2000 krónur meira um mánaðin

Joen Magnus Rasmussen hevur vegna Fólkaflokkin lagt uppskot fram sum veruliga fer at muna hjá pensjónistum. Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur hann millum annað: Lønmóttakarin rindar skatt av gjaldinum til Samhaldsfasta, ALS, Barsilsgrunnin og Heilsutrygd. Pensjonistarnir rinda skatt av útgjaldinum úr Samhaldsfasta (AMEG), hóast hetta er skattaður skattur. Vit eru helst øll væl nøgd við Les meira…

Politikkur Tíðindi Tøkni Vinna

Monopolið hjá Tjóðveldi og Sosialistunum

Flogmonopolið varð hálovað av Tjóðveldi og sosialistum yvirhøvur, men Sambandsflokkurin tónaði reint flagg og mælti til kapping í staðin Tað var Sambandsflokkurin ið tónaði reint flagg. Vit søgdu: lat okkum fáa kapping, so lækkar ferðaseðlaprisurin, ferðafólkini økjast í tali, og øll service betrast munandi. Hetta er rætta medisinið, og tit skulu bara síggja, hvussu vinnan Les meira…

Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Yvirlýsing: Verkfallsrætturin skal ikki rørast

Í viðmerkingunum til ólavsøkurøðu løgmans, verður boðað frá, at samgongan umhugsar at skerja verkfallsrættin hjá fakfeløgunum. Á fundi í Fakfelagssamstarvinum í síðstu viku samtyktu tey seks feløgini, at koma við hesi yvirlýsing um verkfallsrættin: Rætturin at samráðast frítt, og rætturin at fara í verkfall eru vunnin gjøgnum hart stríð og drúgvar samráðingar. Fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum, Les meira…

Ítrottur Politikkur Tíðindi

Annika Olsen hitt borgarstjóran í Pristina

Havi i dag verið á fundi við borgarstjóran i høvuðsstaðnum, Pristina, i Kosovo. Vit hava hittst fyrr og ti var tað gleðiligt at hittast aftur. Tað var ein góður og gevandi fundur. Borgarstjórin gav eina gjølla og góða frágreiðing um støðuna og søguna i Kosovo. Eisini komu vit inn á fótbólt sjálvsagt. Teirra tjóðarstadion skal Les meira…