Politikkur Tíðindi

Veitslulag, Brellibitar og Selfies á Tvøroyri

Veitslulag á Tvøroyri. Nýggja stásiliga virkið hjá Varðanum Pelagic er liðugt. Samlaður kostnaður meira enn hálv milliard. Íløga gjørd av reiðaríi, sum farnu 20 árini hevur fingið tað at borið til. Tí er virkið á Tvøroyri ímyndin av hvat hendur, tá vinnan framvegis fekk loyvi at virka og vinna pening. At vinningurin verður brúktur til Les meira…

Politikkur Tíðindi

Huxa Landsfundur 2019

Ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, Huxa, hevði landsfund týskvøldið 22. januar. Nýggja nevndin er umboðað av fólki úr Klaksvík, Fuglafirði, Sumba, Eiði og Streymnesi. Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Tummas Jóhan í Djónastovu, Eiði, formaður Arnbjørn E. Justesen, Klaksvík, næstformaður Beinir Johannesen, Klaksvík, kassameistari Jákup Oluf á Lakjuni, Fuglafjørður, skrivari Sólfinn Gudmundsen, Sumba, nevndarlimur Eykalimur: Eyðstein Zachariasen, Les meira…

Politikkur Tíðindi

Samgongan vísir dugnaloysi á fiskivinnuøkinum

Nú, tað frættist at verandi samgonga heldur ikki megnaði at flyta ikki-fiskaðar menningarkvotur í 2018 til 2019, mugu vit staðfesta at hetta aftur vísir stórt dugnaloysi hjá sitandi samgongui og tess fiskimálaráðharra. Ovurhonds stór virðir eru tí ikki fiskaði í 2018, serliga orsaka av óneyðugum dráli frá metingarnevndini og síðani Fiskivinnuumsitingini at útskriva menningarkvoturnar síðsta Les meira…

Politikkur Tíðindi

Aftursvar til Helenu Dam á Neystabø

Yvirskriftin hjá Helenu: “ANDSTØÐAN ØSIR EINA ÓDN í VATNSOPA”. Haldi tað er stór skomm at fíggjarnevndin ikki tordi ella kláraði at koma saman til fundar stóran part av januar. Soleiðis, sum eg síggi støðuna við hesum landstýrinum, hevur verið “ÓDN” frá fyrsta degi av og líka til nú, við út av lagi vánaligum stýri og Les meira…

Politikkur Tíðindi

Samgongan livir ikki upp til minstukrøvini

Eg ímyndaði mær ikki, at slíkur politiskur ruðuleiki, sum vit hava upplivað seinastu tíðina í okkara politisku skipan, kundi henda. Og eg ímyndaði mær heldur ikki, at Føroya Løgting kundi leggjast lamið av klandri og stríði millum samgonguflokkar. Hetta politiska arbeiðslagið er farið út um alt rímuligt og forsvarligt mark. Henda støðan minnir meg enn Les meira…

Politikkur Tíðindi

Avgerðarrættur í útlendingalógini á føroyskar hendur

Í næstum verður stórur partur av umsitingini av uppihaldsloyvum í útlendingalógini fluttur á føroyskar hendur. Sostatt fara føroyskir myndugleikar nú at taka avgerð um, hvørjir útlendingar fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Hetta er greitt eftir at Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur fingið semju við donsku stjórnina um at yvirtaka umsitingina av avgerðunum um Les meira…

Heilsuverkið Politikkur Tíðindi

Sjúklingatrygdin á roulettina hjá Tjóðveldi

Landsstýriskvinnan hjá Tjóðveldi hevur nú boðað frá, at landslæknaembætið skal yvirtakast – og Javnaðarflokkurin bara hyggur at og letur standa til Landslæknin hevur til høvuðsuppávu at styrkja sjúklingatrygdina við at hava eftirlit og góðkenning av heilsufakfólkum í føroyska heilsuverkinum. Henda uppgávan verður umsitin í samráð við Ráðið fyri sjúklingatrygd, ið hevur førleikar og styrki til Les meira…

Politikkur Tíðindi

Byggigølan á Glasi – tey eru skelka!

Nú gremja tey seg, løgmaður, landsstýrisfólk og ikki minst forkvinnan í Fíggjarnevndini, um støðuna á Landsverk, og fleiri av teimum eru skelka. Ógoldnar rokningar fyri 10-tals milliónir eru funnar á Landsverk seinastu dagarnar og tey vænta at finna fleiri. Ruðuleikin er fullkomin. Tey látast sum um tey onki hava hoyrt og siga seg vera óvitandi Les meira…

Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Ógoldnar rokningar fyri tíggjutals milliónir og onga ábyrgd

Gølurnar hjá núsitandi Løgmanni rúgva seg upp og tað gongur ikki dagur, har okkurt nýtt kemur fram í ljósið. Í Javnaðarflokkinum vera Løgtingslimur, sum hava bakka løgmann upp, blakaðir út, Landsstýrisfólk vera skift út, Landsstýrisfólk handla í heimildarloysið, Landsstýrisfólk leggja frá sær, útflutningur av fiski minkaður við eina milliard osv. osv……Tað síðsta nýggja er, at Les meira…