Fiskivinna Lokal tíðindi

Smábátarnir landaðu 4.106 pund til NFCS

Nógvir smábátar landaðu til NFCS fríggjadagin, teir vóru heili átta í tali og landaðu teir 4.106 pund íalt. Næstan alt var toskur, sjá søluna herundir. Besti av smábátunum fríggjadagin var Høgabrúgv, sum hevði 776 pund, beint í hølunum á honum kom Mamy við 764 pund. Allir royndu við snellu. SáH

Fiskivinna Lokal tíðindi Vinna

Atli Rasmussen helt røðuna við minningarhaldi teirra sjólátnu 1. november 2018

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Atla Rasmussen í samband við minningarhald teirra sjólátnu 1. november 2018: “Góðu áhoyrarar! Í ár eru tað 75 ár síðan minnisvarðin her í Vágstúni yvir sjólátnar norðingar varð vígdur, og hevur líka síðan verið miðdepulin, okkara savningarstað til gaman og álvara. Enn einaferð hava vit nú fingið møguleikan at minnast Les meira…

Ferðavinna Lokal tíðindi Tíðindi

Gamal kenningur á Klaksvík, nú Sam er farin á beding

Nú klokkan 11 kom Ternan inn eftir Vágni, hon skal gera farmatúr til Kálsoynna, hetta skrivar Strandferðslan á teirra heimasíðu: Sam fer á beding 29. oktober Sam fer á beding 29. Oktober og til uml. 16. november. Jósup røkir siglingina á kalsoyarleiðini og Ternan ger farmatúrar. Ferðaætlan fyri Kalsoyarleiðina og Nólsoyarleiðina frá 29. oktober og Les meira…

Fiskivinna Lokal tíðindi Tíðindi

Bragd vóru bestir ígjár

Bragd kom aftur á miðdegi ígjár og høvdu teir havt ein roktúr. Teir vóru bestir av øllum útróðrabátunum og høvdu heili 13.700 pund. 8400 pund Hýsa og 5000 pund Tosk, restin var Hvítingur, Longa og Havtaska. Teir høvdu eisini roynt norðan fyri Føroyar og veiðan bleiv boðin út á Fiskimaknaðinum Føroyar, sjá søluna herundir. Annars Les meira…

Lokal tíðindi Merkisdagar Tíðindi

Nógv fólk til minningarhald teirra sjólatnu í Klaksvík

Tað vóru nógv fólk til minningarhaldi teirra sjólatnu tann 1. november á Vágstúni. Tummas Lervig, formaður í Havna- og Vinnunevndini bað vælkomin. Sangkóri Vitin sang, Bjart várs Faðirs náði skínur og so varð felagssangur, har vit sungu Klettur, klovin fyri mær. Atli Rasmussen hevði eina áhugaverda og minniliga røðu, hon sæst aðrastaðni á portalinum og Les meira…

Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi Vinna

Leiga Dávavirkið fyri 25.000,00 kr. um mánaðin og eigarin fær 600.000,00 kr. í lumman í leigu

Nógv verður skriva um leigu av almennum bygningum í Tórshavn, har leigan er sera órímulig, men hvat við at vit hyggja eftir, hvar Klaksvíkar Kommuna leigar bygningar fyri í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna leigar ein part av Dávavirkinum fyri 25.000,00 kr. um mánaðin umframt hita og ravmagn, er tað rímuligt og hvat kostar leigan pr. ferðmeturin? Les meira…

Bráðtíðindi Lokal tíðindi Tíðindi

Líðhamar sloppin leysur aftur og landar nú til N.F.C.S.

Eftir at hava verið fastur við aliringarnar við Kunoyarnes í fleiri tímar, kom Líðhamar siglandi inn eftir vágna aftur, nú er klokkan 14.00. Hann skuldi landa klokkan 09:45, men nú verður so landa. Teir hava havt ein góðan túr, endin kundi verið eitt sindur betur, men tíbetur hendi ongin fólkaskaði og heldur ikki sæst nakað Les meira…