Lokal tíðindi Merkisdagar Tíðindi

Jólatrøðini verða tendrað

Sum vant fara jólatrø at prýða býin og bygdirnar í kommununi allan desember, og fyrsta træið verður tendrað 1. desember. Byrjað verður í Klaksvík, og í ár verður jólatræið í Vágstúni tendrað leygardagin 1. desember kl. 15.30. Beinta Klakstein, býráðslimur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir. Árnafjørður Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 1. desember Les meira…

Bráðtíðindi Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi

Brátíðindir: Nýggja mentanarhúsið í Klaksvík fær 9.5 mill. frá donsku stjórnini

Hettar boðaði Sjúrður Skaale frá fyri ½ tíma síðani á Facebook, sjá filmsklipp herundir: Góð avtala við fíggjarmálaráðharran í dag: 9,5 mió til nýggja mentanarhúsið í Klaksvík og 2 mió afturat til Gamla Hospital í Havn. Takk fyri samstarvið Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, Jógvan Skorheim, Dávur Winther og Rudolf Joensen í Klaksvík og Mortan Winther Poulsen í Havn – Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi

Skattalistin liggur alment frammi

Skattalistin 2017 liggur í Miðlan frá í dag, 19. november til mánadagin 3. desember 2018. Skattalistin vísir skattskyldigu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum borgara í Klaksvíkar kommunu, og listin liggur alment frammi í Miðlan á Nólsoyar Pálsgøtu 32 til og við mánadagin 3. desember 2018. Miðlan er opið gerandisdagar frá kl. 10 til 16.

Lokal tíðindi Tíðindi

Væleydnað temakvøld um sjálvboðið arbeiðið við børnum og ungum

Týskvøldið bjóðaði Soli deo Gloria til temakvøld um sjálvboðið arbeiði við børnum og ungum, har Tonja Sonhardsdóttir, leiðari á Barnaverndartænastuni og Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur løgdu fram. Uppmøtingin var heilt góð, og nógv ítróttar- og frítíðarfeløg vóru umboðað, tá sjóneykan varð sett á, hvønn leiklut sjálvbodnir venjarar og leiðarar hava í trivnaðinum og menningini hjá Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi

Filmsklipp: Klaksvíkar Kommuna betalur 25 milliónir fyri handilshøli í Biskupstorginum

Kringvarp Føroyar hevði eitt lítið innlegg um Biskupstorgi í Dag & Viku í gjárskvøldið og vóru teir eisini sera ivasamur í fíggindini hjá Klaksvíkar Kommunu av handilshølinuum og at brúka ein sjálvsognarstovn til at fíggja 25 milliónir til keypa av handilshølir í Biskupstorginum, sjá filmsklipp her: “Sjálvsognarstovnur brúktur til at fíggja keyp”. SáH Lýs á Les meira…

Bráðtíðindi Lokal tíðindi Tíðindi

Hevur ein Kommuna loyvið at keypa handilshølir og matstovuhølir til onnur?

Eg havi sagt tað fyrr og eg siga tað aftur nú, “Tað ruggar ikki rætt í Klaksvíkar Kommunu”. Hevur ein kommuna loyvið at keypa handils og matstovuhølir til onnur? Smb. innlit sum KVF hevur spurt um, so er ætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu at leigar veghæddina frá Sjálvognarstovninum undir Kráarbrekku, soleiðis sleppur KK undan, at siga Les meira…