Lokal tíðindi Uncategorized

Fríðkan og víðkan á Dagstovnaøkinum

Kommunalu dagstovnarnir Blákollan, Barnahúsið Margit og Mylnuhúsið hava allir fingið ein kærkomnan og tiltrongdan umgang við málingapenslinum í summar. – Karmar og umstøður hava sjálvsagdan týdning fyri trivnaðin úti á stovnunum, og vit leggja okkum altíð eftir at gera hetta so gott sum yvirhøvur gjørligt, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung. Hon Les meira…

Heilsuverkið Lokal tíðindi Tíðindi

Fokus á sálarheilsu

Í samband við, at stovnurin Gloym meg ei hjá Almannaverkinum er fluttur til Klaksvíkar, var almenn móttøka í nýggju hølunum á Klaksvíksvegi 57. Gloym meg ei er virkis- og tilhaldsstað og partur av Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Stovnurin hevur áður hildið til í Norðragøtu, men er í summar fluttur til Klaksvíkar og inn í bygningin á Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi

Vøggusangur í Christianskirkjuni

Fríggjamorgunin, 21. september kl. 10.00 byrjar Vøggusangurin aftur. Vøggusangur er ætlaður pinkubørnum 0-1 ár, og mennir bæði taluevni hjá barninum, og samskiftið millum barn og foreldur. Endamálið við Vøggusanginum er sostatt á ein stillan og friðsaman hátt at stimulera sansirnar hjá barninum við sangi, litum og ljóðum. Pinkubørnini liggja á litaðum teppum, vit heilsa hvørjum Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi

Nógvir mátar at vinna eitt val uppá, her ein av teimum “Grundstykkini á Fossum tøk í 2017”

Tað er bara at lova alt í millum himmal og jørð áðrenn valið og so gera nakað heilt annað aftaná valið. Kristian Eli Zachariasen frá Nýtt Sjálvstýri er ein av teimum, hann lovaði alt ímillum himmal og jørð áðrenn valið og eitt av hansara vallyftum var, at grundstykkini á Fossum, skuldu standa tøk í 2017 Les meira…

Lokal tíðindi Merkisdagar Pensionistar

Emma Jacobsen 100 ár

Fríggjadagin 28. september verður Emma Larsen Jacobsen, Klaksvík, 100 ár. Tey, sum hava hug at heilsa upp á Emmu, eru vælkomin á Norðoya Røktarheim frá kl. 14 til 17. Her nakrar fittar myndir av familjuni, sum eg havi lænt frá Oddbjørg Elttør á Facebook. Stórt tillukku Emma Larsen Jacobsen við 100 ára føðingardegnum og vit Les meira…

Fiskivinna Lokal tíðindi Tíðindi Tøkni

Filmssýning: Atlantic – Bardagin um tilfeingið í sjónum í Atlantis tann 11. september kl. 19:30

Ringrás hevur sýnt nógvar náttúru- og umhvørvisfilmar, men Atlantic er tann týdningarmiklasti hagartil. Tí verður hann sýndur í Norðurlandahúsinum, og harafturat í Atlantis Bio í Klaksvík. Báðar sýningarnar eru ókeypis! Við frásøgu frá Emmy-heiðursløn-vinnandi sjónleikaranum Brendan Gleeson fylgir Atlantic samfelagsgongdini í trimum smáum fiskivinnusamfeløgum – í Írlandi, Noregi og Nýfundlandi – har tey stríðast við Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi

Arbeiða uppá atkomuviðurskiftini á Skúlatrøð

Klaksvíkar Býráð hevur samtykt at gera trygdarfremjandi ábøtur á atkomuviðurskiftini til Skúlatrøð av Gerðagøtu, og sjálvt vegarbeiðið fer í gongd í vikuni. – Neyðugu fyrireikingarnar vórðu longu framdar undan summarfrítíðini og í hesi vikuni fer Vegadeildin í gongd við at fremja sjálvt vegarbeiðið, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevdini Børn og ung. Fyrireikingarnar til arbeiðið Les meira…