Ítrottur Tíðindi

Dopinroyndir tiknar á FM 2018

Í gjár blivu eisini dopingroyndir tiknar av útvaldum svimjarum á FM 2018. Sindur løgið, at tað vóru heili tríggir svimjarar úr Ægir, sum skuldi til dopingroynd og bert ein svimjari frá øllum hinum feløgunum í Føroyum og tað var Óli Mortensen frá Havnar Svimjifelag, sum vanliga svimur í Keypmannahavn við felagnum Svømmeklubben Hovedstaden. Signhild Joensen, Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Rókur Trygvason úr Ægir vann í stórum stíli í 200 metur bringu á FM

Rókur Trygvason tók táttin upp eftir systir síni Rebekku og hølvaði alt av í 200 metur bringur hjá monnum. Hann kom á mál heili seks sekund frammanfyri nummar tvey, sum gjørdist Rani Jacobsen frá Susvim og tíðin hjá honum varð 2:36.00, nummar trý gjørdist Niels Nattestad frá Havnar Svimjifelag og hann hevði tíðina 2:45.69. Flott Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Rebekka gull og Sólvá silvur í 200 metur bringu

Rebekka Trygvadóttir úr Ægir svam ein góðan 200 metur bringu á FM 2018 og vann sannførandi við tíðini 2:44.77, Sólvá A. Sigurðsson, somuleiðis úr Ægir, bleiv nummar tvey, við tíðini 2:51.94 og stóra stjørnan innan 200 metur bringu Sára R. Nysted bleiv nummar trý, heili 18 sekund verri enn Rebekka, so nú eigur Ægir drotningina Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Martin V. Sivertsen frá Ægir kláraði kravtíðina til NMU

Einast svimjari í hylinum ígjár, sum kláraði at svimja seg undir eina kravtíð og sostatt sleppa saman við hinum svimjarum á landsliðnum til stóru kappingar í Europa var Martin V. Sivertsen úr Ægir. Hetta gjørdi hann meistarliga í 200 metur frí, har hann hevði tíðina 2:06:09 og kravtíðin til at koma til NMU var 2:07.25. Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

FM á langgeil 2018 byrjar ídag

Kl. 09.30 í morgun byrjar Føroyameistarastevnan á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vágifrá ídag 8. til 10. juni 2018. Hetta verður triðja FM á langeil í røðini, síðani 2015, tá ið vit fingu okkara fyrsta føroyska langhyl, og sum vant eisini síðsti møguleiki at klára kravtíð til altjóða meistarastevnur í summar, sum Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Høgni Egilstoft Nielsen vann útitalvi við 8-7 á Norðoyastevnu

Leygardagin var útitalv við talvboriðið í Vágstúni. Har ein av okkara bestu telvarum Høgni Egilstoft Nielsen telvaði ímóti fleiri av okkara góðu telvarum. Høgni vann 8-7. Høgni vann 7 talv, tapti 5 og telvaði 2 jøvn. Veðrið var avbera gott, men tað var kált at telja. Hetta skrivar Wikipedia um Høgna: Høgni Egilstoft Nielsen (føddur Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

KÍ vann uppiborið 3-0 á Víkingi í Sarpugerði og liggja nummar tvey

Endiliga bradaði hjá okkara framherja Páll A. Klettskarð og skoraði hann heilið tvær ferðir í Sarpugerði. Einaferð í fyrra hálvleiki tá ið 35 min. vóru leiktir, Ísak legði ein góðan bólt innfyri og Páll takkaði fyri og settið bóltin í netið til 2-0. Seinna málið hjá Páll var í øðrum hálvleiki, har Páll økti til Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Torkil Møkøre ikki til at líta á

Enn einaferð er Ægir koyrt í bakgrundina og enn einaferð er tað leiðarin í Klaksvíkar Svimjihøll, sum stendur aftanfyri beistagerðirnar ímóti okkara stolta svimjifelag. Undirritaði var í oktober – november 2017 á fund við Torkil Mørkøre og ein Byggifrøðing hjá Klaksvíkar Kommunu og tá avgjørdi vit at felagshølini hjá Ægir skuldi flytast frá vælveruøkinum og Les meira…

Ítrottur Tíðindi

Rennibreytin: Kanjon átti lægsta boð

Tilboðini uppá arbeiðið at gera Vígvøllin við Másheygg, sum fevnir um rennibreyt við venjingarvølli í miðjuni, vórðu latin upp í Býráðssalinum í dag. Kanjon átti lægsta boð, sum var 14,8 mió. kr., og vann sostatt útboðið. Innkomnu tilboðini til verkætlanina vóru: Kanjon: kr. 14.815.764,- Norðhús: kr. 17.980.000,- Á Brekku: kr. 18.152.052,- Boðini verða nú eftirkannaði, Les meira…