Ítrottur Tíðindi

Risa frambrot fyri Føroyskan ítrótt

Í skrivið frá Europeisku Olympisku Nevndini (EOC) 4. februar, sum ÍSF hevur mótikið, verður niðurstøðan frá starvsnevndarfundinum í EOC 25. januar endaliga staðfest. Hetta merkir, at Føroyar sleppa at luttaka undir Føroyskum flaggi í teimum kappingum, sum EOC skipar fyri og har sum Føroyar hava altjóða limaskap. Talan er um European Games og European Youth Les meira…

Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Fyrra steypakapping í amboðsfimleiki verður 02.februar 2019 í Fimi í Tórshavn.

Fyrra steypakapping í amboðsfimleiki verður 02.februar 2019 í Fimi í Tórshavn. Onnur steypakapping í amboðsfimleiki verður 16.februar 2019 í Bylgjuni í Runavík. Amboðini sum kappast verður í eru býtt yvir báðar steypakappingarnar, til fyrstu kapping verður kappast í lop og forskotin barr á kvinnusíðuni og gólv, ringar og beinsveiggj á mannfólkasíðuni. Skráin: Kl 09.30 Steypakapping Les meira…

Bráðtíðindi Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Signhild Joensen úr Ægir í uppskoti til ársins ítróttanavn 2018

Tað eru fýra nøvn. sum eru innstillaði til ársins ítróttarnavn 2018 og tey eru Signhild Joensen, svimjing, Torkil Veyhe, súkkling, Hávard Vatnhamar, paratriatlon og Vípan (Støkk) estetiskur fimleikur. Innstillingarnar hava hesar grundgevingar: Signhild Joensen: – Fyri á EM í Glasgow í august 2018 at vera einans 38 hundraðpartar, ella éina plasering, frá hálvfinaluni í 200 Les meira…

Bráðtíðindi Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Jens Petur Brattalíð settur sum leiðari í Páls Høll

Í samband við at Vágs kommuna hevur yvirtikið Páls Høll varð undan jólum søkt eftir leiðara til Páls Høll. Og nú hevur Vágs kommuna sett Jens Petur Brattalíð í starv sum leiðari í Páls Høll. Jens Petur Brattalíð hevur síðan í oktober 2017 verið leiðari í Marghøllini í Vági. Áðrenn hetta var Jens Petur samferðsluleiðari Les meira…

Ítrottur Tíðindi

Hjartaliga til lukku við heimsmeistaraheitinum, Jóhan á Plógv Hansen

“Hvor der er en vilje, er der en vej”, og tað hevur tú so sanniliga prógvað, Jóhan. Fyri góðum tveimum árum fekk bjarta hondbóltsframtíðin eitt skot fyri bógvin, tá tú var so óheppin at slíta krossbandið í einum Champions League dysti. Tað eru ikki nógv, ið fóta sær aftur aftaná ein so álvarsligan skaða, men Les meira…

Ítrottur Tíðindi

Rókur Trygvason silvur í 200 metur bringa á RIG2019 í Íslandi

Rókur Trygvason megnaði at svimja eitt flott silvur heiðursmerkið heim í 200 metur bringu á Reykjarvík International Games í gjár. Hann kom inn við tíðini 2:27.84 og er hetta nakað frá hansara bestu tið, sum er 2:24.49 og sum hann svam tann 14. apríl í Bergen í 2018. Kappingin Reykjavík International Games 2019 er nú Les meira…

Ítrottur Tíðindi

Signhild Joensen frá Ægir gull á Reykjavík International Games í Íslandi

Signhild Joensen vann lættliga 200 metur rygg á Reykjavík International Games í gjár. Hon kom inn við tíðini 2:23.69 og tað er langt frá sínari bestu tíð. Rokni við, at hon svam bara fyri at vinna gull og tá ið man er næstan 4 sekund frammanfyri nummar tvey, so er tað góðtikið. Nummar tvey gjørdist Les meira…

Bráðtíðindi Ítrottur Tíðindi

Rókur Trygvason silvur í 100 metur frí og stórt persónligt met

Rókur Trygvason svam ein stak góðan 100 metur frí í Reykavík International Games 2019. Hann kom inn á mál, sum nummar tvey, við tíðini 53.71 og tað er munandi betur enn hansara besta tíð, sum var 54.39 og sum hann svam tann 5. juli í Helsinki í Finlandi í 2018. Vinnarin av kappingin gjørdist Kristofer Les meira…

Ítrottur Tíðindi

Signhild Joensen frá Ægir silvur á Reykjavík International Games 2019

Signhild Joensen svam seinnapartin finaluna í 100 metur rygg og vann hon eitt flott silvur heiðursmerkið. Hon kom inn við tíðini 1:05.02 og sum er nakað frá føroyska metinum, sum hon sjálv eigur. Hevði hon svomi sína bestu tíð, sum er 1:03.01, so hevði hon vunnið kappingina. Nummar eitt gjørdist Eyglo Osk Gustafsdóttir frá Sunddeild Les meira…