Ferðavinna Tíðindi Tøkni

1,3 milliónir av myndum liggja nú alment frammi á netinum

Í vikuni almannakunngjørdi “Energi-, Forsynings- og Klimaministeriet” at teir hava lagt 1.3 milliónir nýggjar myndir av Danmark út á netið. Hetta er ein nýggj tænasta, har allir danskara hava atgongd til myndirnar, sum eru av gøtunum og húsunum í Danmark, tit síggja myndirnar her, klikk her “Skråfoto Danmark”. Her mynd av húsunum, har Føroyingafelagið í Les meira…

Bráðtíðindi Ferðavinna Tíðindi

Tyrlan hjá Atlantic Airways úr at gera í nátt

News.fo og Norðoya Portalurin tosaði við vakthavandi á Politistøðini í Havn fyri løtu síðani og spurdi hann, hví Tyrlan hjá Atlantic Airways fleyg yvir Klaksvíkingina í nátt og segði hann, at Tyrlan skuldi eftir einum grønlendskum sjóðmanni, sum hevði meint sær øksluna. Í nøkunlunda somu tíð boðaði Viðoyingar frá, at ein leigubilur stóð har norðuri Les meira…

Ferðavinna Merkisdagar Tíðindi

Janus Rein gevst sum flogskipari

Hettar skrivar Janus Rein flogskipari hjá Atlantic Airways á sín Facebook vanga í gjárskvøldið: — Nýggjar Leiðir — So er flogskiparabúnin hjá mær hongdur í klædnaskápið fyri seinastu ferð. Vegna áhaldandi heilsutrupulleikar havi eg verið noyddur at ásanna, at yrkisleið mín sum flogskipari er komin at enda. Tað eru nærum 19 ár síðani, eg fyrstu Les meira…

Ferðavinna Tíðindi

Øll skráin fyri vitjanina hjá krúnprinshúskinum í Føroyum

Almenna vitjanin hjá krúnprinshúskinum byrjar hósdagin tann 23. august í Havn. Hansara kongliga tign Fríðrikur krúnprinsur og hennara kongliga tign Mary krúnprinsessa og krúnprinsbørnini vitja fríggjadagin 24. august Klaksvík, Kirkju, Hattarvík og Mikladal. Leygardagin tann 25. august gongur leiðin til Runavíkar, Hvalvíkar, Haldórsvíkar og Tjørnuvíkar. Sunnudagin 26. august er gudstænasta í Sandavágs kirkju og miðmáli Les meira…

Ferðavinna Lokal tíðindi Tíðindi

Horvna Rósan góð at hava við til Strondina, hvar enn tit eru

Tað eru tríggir mánaðir síðani, at eg gav nýggju bók mína, Horvna Rósan, út. Tað er altíð spennandi at hoyra og lesa, hvussu fólk taka ímóti. Her eru tvey ummæli, sum eg kann vera eitt sindur errin av og glaður fyri. 🙂 — Ó-blaðið: Hanus Samró Steintór Rasmussen hevur við bókini Horvna rósan skapt enn Les meira…

Ferðavinna Tíðindaskriv Tíðindi

Atlantic Airways gjørt samstarvsavtalu við AirFrance-KLM

Atlantic Airways hevur júst gjørt eina samstarvsavtalu við stóra franskt/hollendska flogfelagið AirFrance-KLM, sum vil styrkja um sína støðu í Føroyum. Talan er um eina sokallaða interline-avtalu. Við avtaluni gerast Føroyar meiri atkomuligar fyri ferðafólkum úr 314 ymsum ferðamálum í 116 ymsum londum, og Atlantic Airways kann sostatt taka uppaftur størri lut í menningini av føroyskari Les meira…