Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Byggir Klaksvíkar Býráð ikki á fólkaræði?

Eftir hvast orðaskiftið millum borgarstjóran og 2. varaborgarstjóran í síðstu viku, so føli eg meg noyddan til at gera nakrar viðmerkingar.

Sjálvur má eg hefta meg við, at borgarstjórin skýrir minnilutan sum ein grenjandi minniluta, ið als ikki ynskir nakað sum helst samstarv. Gunvá við Keldu hevur eisini víst á, at minnilutin hevur verið ein viðspælari gjøgnum hesa býráðssetuna. Tað kunnu øll finna útav, um tey hyggja í gerðabøkurnar fyri býráðsfundirnar. Ta ákæruna frá borgarstjóranum kunnu vit bara lata fólkið sjálvi meta um. Um ein skýrur kritikk av øllum slag fyri grenj, so má tað vera tekin um, at ein ikki tolir kritikk.

Men eg má hava eina viðmerking til borgarstjóran Jógvan Skorheim afturat. Vit í minnilutanum hava ikki bert víst samstarvsvilja í fleiri málum, men vit hava eisini ynskt at fingið okkara ávirkan, við at sjálvi leggja mál og uppskot fyri býráðið. Men tó hevur hetta ikki gingist serliga væl. Í roynd og veru øgiliga illa.

Minnilutan hevur nevniliga lagt 10 uppskot/mál fyri býráðið í hesari setuni – men hvat? Bert 2 hava verið til viðgerðar!

Vit kunnu nevna eitt nú uppskot frá undirritaða og Atla S. Justinussen um vinnuøkir og eisini útbygging av Norðhavnini, ið bæði vóru send inn í 2017 – Hvørki av hesum hevur verið til viðgerðar enn.

Vit kunnu nevna, at minnilutin bað um – eftir at borgarstjórin næstan av sínum eintingum vildi flyta læknamiðstøðina – at fáa Heildarætlanina fyri heilsutænastur í Norðoyggjum til viðgerðar, soleiðis vit kundu fáa umrøtt tær í býráðnum. Hetta hevur ikki verið til viðgerðar enn.

Eisini kunnu vit so nevna, at spillvatnsætlanin bleiv – púra uttan býráðsins samtykt – útsett til 2024. Hetta hevur ei heldur verið til viðgerðar. Vit kundu eisini nevnt fleiri onnur, ið ikki hava verið til viðgerðar!

Tað einasta, ið hevur verið til viðgerðar í hesi setuni, er uppskot hjá undirritaða, ið hevði til endamáls at veita ítróttarfeløgunum meir hallartímar og uppskot hjá minnilutanum um, at grannskoðanin skuldi bjóðast út av nýggjum.

Lógin er púra greið

Í Kommunustýrislógini stendur:

§ 15. Kommunustýrislimur kann seta fram uppskot og spyrja um øll kommunal viðurskifti. Nevndir og borgarstjóri skulu geva kommunustýrinum allar kravdar upplýsingar, og skulu annars – við teimum avmarkingum, ið fylgja av lóggávuni – fylgja avgerðum kommunustýrisins.

Tó tykist hetta ikki at vera útint í Klaksvíkar Býráð. Vit hava fleiri ferðir gjørt vart við okkum, men onki nyttar.

Sum kommunustýrislimur í hálvtannað ár, so má eg undrast yvir hesa mannagongd, ið borgarstjórin arbeiðir eftir. Hann mælir til, at vit skulu gevast við “grenjinum” og taka lógvatak saman við teimum. Skal hetta gerast við, at ein fullkomuliga útifrystir minnilutan, og teirra uppskotum, men heldur velur at hyggja burt frá stýrislógini og ikki hava eitt fólkaræðisligt stýrið? Har ein verður skýrdur sum grenj, um viðkomandi ikki gongur í takt við ein meiriluta? Væntar borgarstjórin, at hann bert skal hava ein minniluta, ið situr og nikkar og blástemplar alt, ið hann kemur við?

Eg má siga, at tað var ikki tað, ið eg væntaði, tá eg bleiv valdur í eitt býráð í einum fólkaræðisligum samfelagið, har vit sambært lóg hava krav uppá at fáa mál til viðgerðar, at ein so grundleggjandi rættur hjá einum kommunustýrislimi ikki verður útintur. Hetta minnir ikki sørt um leiðslur í fjareystri og aðrastaðni, ið ikki byggja á nakað fólkaræði.

So lat hetta vera mín áheitan til borgarstjóran. Fylg lógini, ið tú virkar undir, og lat minnilutan eisini fáa øll síni mál til umrøðu, so skulu vit nokk taka lógvatak saman við tykkum í tí endamálið, ið vit øll vilja fremja. At gera Klaksvíkina til eitt enn betri stað at liva og virka í!

Beinir Johannesen

Býráðslimur Fólkafloksins, og partur av “grenjandi” minnilutanum

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *