Lokal tíðindi Tíðindi

Bústaðir og Klaksvíkar Kommuna leggja Biskupstorg í tryggja legu

Stjórin á Bústøðum og borgarstjórin í Klaksvík hava gjørt avtalu, sum leggur ábyrgdarbýtið og víðari nýtsluna av Biskupstorg í eina trygga legu, har Bústaðir yvirtaka ognarskap og alla ábyrgd av teimum 30 íbúðunum úr Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, samstundis sum Klaksvíkar kommuna á sama hátt yvirtekur veghædd og kjallarahædd í Biskupstorg.

Við hesi loysnini fylgja Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Andras Róin, stjóri á Bústøðum, somu mannagongd, sum varð brúkt, tá ið íbúðabyggingin undir Kráarbrekku var komin undir land.

Teir báðir staðfesta, at samstarvið um Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku hevur eydnast væl og hevur tænt sínum endamáli. Fyrsta verkætlanin hjá sjálvsognarstovninum var at gera 24 íbúðir undir Kráarbrekku og eitt sambýli við tilhoyrandi kjallara og felagshølum. Tann verkætlanin fór í gongd seinast í níti árunum, og tá farið varð undir verkætlanina Biskupstorg í miðbýnum, vórðu ognirnar undir Kráarbrekku somuleiðis seldar úr sjálvsognarstovninum. Bústaðir yvirtøku íbúðirnar, og kommunurnar í Norðoyggjum yvirtóku sambýlið.

– Íbúðirnar undir Kráarbrekku vóru eitt frambrot, tá ið tær komu, tí tær vóru millum tær fyrstu eldraíbúðirnar í landinum, sigur Jógvan Skorheim, sum heldur, at tær neyvan høvdu komið á nakran annan hátt enn júst gjøgnum hendan sjálvsognarstovnin.

– Tíðin var ikki til aðra konstruktión, og í dag kunnu vit fegnast um, at hesar íbúðirnar hava verið ein sucess.

– Sama er galdandi fyri Biskupstorg. Vit høvdu ikki fingið gongd á miðbýarverkætlanina, um vit ikki brúktu júst hetta modellið. Bústaðir hevur nú 30 íbúðir í hjartanum av Klaksvík, og Klaksvíkar kommuna hevur nátt sínum máli um at fáa gongd á ein spennandi miðbý.

– Sjálvsognarstovnurin hevur loyst hesa uppgávuna, og nú skulu vit hyggja frameftir, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Mikudagin (í gjár) var avhendingin av bygninginum undirskrivað, so nú er komið hartil, at fólk skjótt kunnu gleða seg til at fáa bjóða eina leiguíbúð.

– Hetta hevur verið ein drúgv bygging, men samstundis eisini sera spennandi, sigur Andras Róin, stjóri á Bústøðum.

– Vit hava fingið nakrar sera snotiligar íbúðir á besta økinum í Klaksvík, har vit eisini síggja fyri okkum, at borgararnir koma at trívast. So hvørt miðbýurin veksur og verður útbygdur, fer hetta økið at draga alt meiri av lívi og virksemi til sín.

– Vit hava brúkt Sjálvsognarstovnin at standa fyri hesi verkætlan, eins og gjørt varð við byggingini undir Kráarbrekku, sum byrjaði síðst í níti árunum. Sostatt var hetta ein kendur leistur, tá vit skuldu í holt við hesa byggingina í miðbýnum, og tí mettu vit og Klaksvíkar kommuna, at rættast var at brúka stovnin sum ein ígongdsetara, sigur stjórin á Bústøðum.

– Tað má sigast at hava eydnast væl. Nú økja vit talið av leigubústøðum í Klaksvík við 30 íbúðum, og tað kunnu vit fegnast um.

– Uppruna kostnaðarmetingina á fyri byggingina á Biskupstorg var 93 mió. kr. Við tilkeypi og byggirentu í tí longda byggitíðarskeiðnum verður nú mett, at samlaði kostnaðurin verður umleið 100 mió kr., sigur Andras Róin, sum upplýsir, at leiguíbúðirnar verða bodnar út í apríl við innflyting frá mai mánað av.

Kelda: klaksvík.fo

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *