Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi Vinna

Búgvin seldur til Klaksvíkar

Góð tíðindir fyri Klaksvík í dag. Trólbáturin Búgvin er seldur til Klaksvík og eru tað teir sum reka Dýrindal  sum nú eisini hava keypt trolaran Búgvan.

Búgvin hevur havt heimstað í Leirvík og eigarin hevur verið Osmund Justinussen. Hann hevur havt FD 82, men í morgin kemur KG 119 at standa á honum.

Tað er Sp/f 01.05.2018, sum hevur keypt trolaran og eru tað teir sum eiga Dýrindal, sum nú eisini eru eigarnir av Búgvanum. Teir eru Tummas Hilmarsson, Ísak Petersen, Símun Grúkaskarð., Lion Petersen og Erling Petersen

Vit ynskja teimum fimm stórt tillukku við skipinum og góðan byr framyvir.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *