Fiskivinna LØGTINGIд19 Tíðindi

Bryggjubros, men álvaratos!

Eg havi leitað mær oman á bryggjuna í morgun, at vita hvat er á vási.Tað er vátt og kalt. Lágættin hevur regn við sær morgun. Men her er lív í á bryggjuni Klaksvík. Garnabáturin Guðrun er júst afturkomin, eftir at hava roynt á Tað er gott lag á monnum. Føroya Banka eftir Havtasku. Teir sita tveir í einum bili og kroka fyri regninum. Tveir reiðara. Eg spyrji eigaran og skiparan hvussu hilnaðist. Jú, væl. 13.000 pund á trimum trossum. Prísurin kundi verið betri, men tað er í lagi; áleið 26 kr pr. kg.

Og mín sann stendur hann aftur her í Morgun. Sjúrður. Sjúrður Josephsen. Og trúfastur er hann; tíðliga og seint tá útróðrarbátarnir koma aftur av útróðri er hann her. “Eg eri 81, men aldurin hevur ongan týðning. Heilsan er góð, og er onki hóttafall, so ætli eg mær at arbeiða”. Og leggur hann afturat: “Lat verða við at hugsað um hvat onnur hava og eiga”. Ein góð lívregla.

Hesir mennirnir eg tosið við á bryggjuni eru allir pensionistar. Hava liva eitt gott og virkið lív, og givið tað til samfelagið sum tað krevur av teimum. So sjálvandi skulu allir pensionistar hava sítt útgjald úr samhaldsfasta skattafrítt; hetta eru pengar sum øll hava rætt til. Og hetta eru pengar sum arbeiðsmarknaðurin eigur, og ikki politiska skipanin!

Eg seti meg innaftur í bilin. Tendri útvarpslurtið sum vanligt. Ein endursending av TINGINUM er í KVF. Tjóðveldisflokkurin. Og sum eg koyri, eri eg við at missa harradømi á bilinum, tá Hoydal sigur at ein atkvøða fyri einum vinnulívsmanni, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin, er tað sama sum at velja eitt Partafelag inn á ting. Sig mær; hvat billar hann sær inn?

Á bryggjuni í morgun møtti eg trimum skilamonnum við hvør sínum partafelag. Eg hitti sku ikki trý partafeløg. Eg møtti trimum menniskjum við dirvi og áræði.

Og eg stilli upp fyri Fólkaflokkin, og eg eri ikki nakað partafelag, hóast eg eigi eitt. Eg eri eitt menniskja av kjøti og blóði, sum ynski at gera mun fyri ung sum eldri, høg og lág, stór sum smá. At betra um korini hjá okkum øllum. Eg vil hevja røddina vegna tey sum ikki hava eina rødd. Og eg havi ikki tørv á at tekkjast tey máttmiklastu innan politik; mítt hjartað liggur hjá teimum máttleysu.

Og lat tað verða sligið fast við 7-tumma seymi: Eg møtti ikki 3 partafeløgum í morgun, men 3 vitugum eldri monnum við hvør sínum partafelag. Onki partafelag kemur nakrantíð á ting. So mikið av virðing burdu vit øll havt fyri okkar løgtingið. So er tað sagt

Vel Pól. Vel Fólkaflokkin

 

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *