Fiskivinna Lokal tíðindi Tíðindi

Brimil bakkaði á Miðvík undir vatnkrígginum í gjárskvøldið

Brimil hevði akkurát tikið nógv fólk við umborð á Kósakajuni og bakkaði spakuliga inneftir, fóðurbáturin Miðvík silgdi yvir um vágna, beint frammanfyri reyvina á Brimli, men skipini blivu ov nær og tey rendi saman, stoyturin var ikki harður, av tí at Brimil bakkaði so spakuliga, so har hendi ongin fólkaskaðið tíbetur og heldur ongin skaðið kom á skipini.

Bæði skipini hildu áfram í vatnkrígginum og fólkini tóktist at hava tað sera stuttligt.

Her myndir av samanstoytinum.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *