Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Bleiv skonkt ólógliga á Summarfestivalinum?

Tá ið stórdysturin ímillum KÍ – HB bleiv leiktir fríggjadagin, bleiv ein útibarr sett upp beint við inngongdina, har øll viðhaldsfólkini hjá KÍ og HB skuldi ígjøgnum til ítróttarøkið og skýlið.

Um hetta var lógligt ella ikki? má Klaksvíkar Kommuna kannað. Haldi hetta var dekan ov langt úti, at Havnamenn skulu skúma flødan, tá ið størsti dysturin hjá KÍ higartil í ár bleiv spældur.

Havnamennirnir skúmaði ikki bara flødan í sølu av sterkum, teir fóru eisini avstað við trimum stigum og eftir sita vit sum flongdir hundar. Maverick misti nógvan umsetning av hesari beistagerð, men tað sær soleiðis út, at hasir fýrarnir í Havn kunnu gera akkurát teimum lystir hesar dagar Summarfestivalurin verður hildin í Klaksvík.

Mær vitandi hevur KÍ ella Klaksvíkar Kommuna onki skeinkiloyvið til at selja sterk og tá ið portini vóru opin til hálvleik, so var tað ikki Havnafólkini, sum ráddi yvir økinum, men KÍ og Klaksvíkar Kommuna, tí er mín spurningur til Klaksvíkar Kommunu, eru tit byrjaðir at skonkja sterk ella hava tit skeinkiloyvið til ítróttarøkið og Atlantis Bio?

Eisini bleiv skonkt sterkt við úthurðina hjá Atlantis Bio, mær vitandi hevur Atlantis Bio onki skeinkiloyvið og sum tað stendur á Skeinkiloyvinum hjá Maverick, punkt 2. “Loyvið gevur rætt til at skeinkja rúsdrekka í hølunum á matr. nr. 670, Klaksvík. Loyvið er eisini galdandi fyri skeinking uttandura á matriklinum við teimum treytum, sum Kommunan setur”.

So er brennandi spurningurin, høvdu hasir Havnamennirnir loyvið at skeinkja rúsdrekka í hølunum hjá Atlanis Bio? og høvdu teir loyvið at skeinkja rúsdrekka á matr. nr. við portið til ítróttarøkinum, tí skeinking skal vera á matriklinum, sambært lógini.

Vónandi kann Klaksvíkar Kommuna ella Loyvisnevndin svara hesum spurningum?

Her myndir av skeinkistøðunum og filmsklipp til høgru.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *