Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Betri tekur seg burturúr allari íbúðarbygging í Føroyum

Hetta skrivar Annika Olsen, borgmeistarin í Tórshavn á hennara Facebook vanga í gjárskvøldið og hon leggur ikki fringarnar ímillum og hetta ljóðar als ikki gott og eg gevið Anniku Olsen púra rætt í tí hon skrivar, les herundir:

Nú Betri tekur seg burturúr allari íbúðarbygging i Føroyum og harvið sigur nei takk til at lyfta okkara samfelag framá leið, er spurningurin komin til, um vit ikki politiskt eiga at hyggja nærri at Betri samtakinum.

Okkara pensjônspengar fara beinleiðis av landinum til danskt felag, sum siðani setir okkara pengar i lánsbrøv herímillum til donsk íbúðarbyggjari. Hvat er meiningin við hesum ?

Av teimum 10 milliardunum, id liggja i teimum føroysku pensjónsgrunnunum kemur so at kalla onki aftur til tað føroyska samfelagið og føroyska fólkið. Er tað ómegd, undanførsla ella manglandi vilji, tá Betri sigur seg ikki kunna leggja eina krónu eftir seg til føroysk byggjari?

Sjálvandi skal vit og skil til, sjálvandi skulu okkara pensjónspengar tryggjast, men at nakrar mió ikki kunnu koma føroyska samfelagnum til góðar og harvið byggja okkara land, tað keypi eg ikki ! Haldi veruliga tað er synd fyri stigtakararnar handan Heimbýli at endin skuldi blíva hesin, tað vóru fólk, ið høvdu dirvi og hegni at gera íløgur í føroyska samfelagið.

Spell at Betri legði sina køvandi hond yvir hetta.

Annika Olsen “Facebook 30.12.2018”

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *