Lokal tíðindi Tíðindi

Banknordik tekur seg væl út á Biskupstorginum

Almenn móttøka hevur verið í BankNordik seinnapartin í dag, men deildin hevur havt opið hús í nýggju hølunum í allan dag, og hava nógv fólk nýtt høvi at síggja nýggja, snotiliga bygningin.

Á skránni seinnipartin vóru røður, tónleikur og lætt ábit.

Einar Tróndargjógv, deildarleiðari, bjóðaði vælkomin og røður vóru hildnar av Jógvani Skorheim, borgarstjóra, og Turið F. Arge. Jógvan Skorheim takkaði m.a. leiðsluni í BankNordik fyri dirvið, at fara undir hesa verkætlanina, sum framyvir kemur at hava ein týðandi leiklut í menningini av miðbýnum í Klaksvík.

Somuleiðis fegnaðist Turið F. Arge um nýggju staðsetingina, og greiddi m.a. frá, at endamálið við nýggju deildini er at geva bæði starvsfólkum og kundum betri og nútímans karmar.

Røðan hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, kann lesast niðanfyri:

***

Góðu tit øll

Hetta er ein stórur dagur fyri okkum øll.

Tit hava fingið nýggj og snotilig høli í hjartanum í Klaksvik, og Klaksvíkar býráð kann gleðast um, at tit søgdu ja til at verða við í menningini av okkara miðbýi, sum framyvir kemur at mynda fjølbroytta virksemið í býnum.

Hetta krevur dirvi, framfýsni og opinleika. Og hetta eru eginleikar, sum eg veit mynda tykkara virksemi, tí tað hava vit sæð aftur í menningini, sum er farin fram í BankNordik.

***

Nógv er hent í bankaheiminum seinastu árini. Kanska serliga síðani tøknin og snildu loysnirnar tóku dik á seg.

Nógv varð tosað um, hvussu keðiligt tað fór at verða, um nú allar avgreiðslur fóru at verða niðurlagdar.

Kanska serliga eldra ættarliðið, sum onkursvegna skuldi uppalast av nýggjum.

Eg kann kanska líka nevna eina stutta søgu, tí eg var framvið hjá einum eldri manni, sum hevði fingið bræv frá bankanum um, at hann skuldi fáa sær visakort, tí nú var ikki longur møguligt at brúka bankabók.

Hann læs brævið fyri mær og segði: ”Tað stendur í brævinum, at eg skal brúka eina pin-kodu, men tað stendur ongin frágreiðing um, hvat ein pin-koda er fyri nakað”.Eg mátti greiða honum frá, hvat ein pin-koda var men ásannaði eisini, at hendan broytingin fyri nøkur kundi tykjast avbjóðandi.

Tað var tí ikki frítt, at fólk óttaðust støðuna.

Sambandið við bankan var ógvuliga persónligt og trygt, og trupult var at ímynda sær, at snildar loysnir kundu avloysa avgreiðslurnar.

Eg minnist væl, tá man fór inn í bankan við sínum rokningum og kundi fara útaftur við bankabókini, har tað var skrásett, at tú hevði goldið allar tínar rokningar.

Eg minnist eisini, hvussu imponerandi tað var at síggja gamlar holaðar bankabøkur liggja í skuffuni hjá pápa mínum, tí nøgdin av bankabókunum segði mær, at hann mátti eiga nokkso nógvar pengar, um hann átti so nógvar bankabøkur.

Men bankabókin bleiv skift út við aðrar snildar loysnir, og fleiri avgreiðslur eru við tíðini niðurlagdar.

Eg haldi ikki, at eg sigi ov nógv, tá eg sigi, at ein vitjan í bankanum í dag eisini er broytt.

Í staðin fyri at fara inn í bankan at gjalda rokningar, so eru flestu vitjanirnar í dag tengdar at lántøku.

Hendan broytingin hevur uttan iva eisini sett nýggj krøv til starvsfólkini, tí ein slík vitjan setur krøv til, at starvsfólk eru væl skipaði og álítandi.

Ofta verður nevnliga tikið til, at álit er ein avgerandi drívkraft fyri vøkstur. Tí verður eisini sagt, at tað er tað persónliga sambandið millum bankan og kundan, sum veruliga kann skapa grundarlag undir vøkstri og framgongd.

At leiðslan í BankNordik tók stig til at gera eina íløgu í eina nýggja avgreiðslu í miðbýnum, sigur mær, at BankNordik júst raðfestir hetta persónliga sambandið, og tað eri eg ómetaliga glaður fyri.

Eg eri sannførdur um, at hetta er ein íløga, sum fer at gagna fleiri pørtum, tí økið her í miðbýnum er í støðugari menning, og er hetta bara byrjanin.

Sjóhitaskipanin varð fyri stuttum sjósett, og hevur skipanin eydnast sera væl. Í desember fara vit eisini at síggja, hvussu sjóhitaskipanin kann gagnnýtast, tá vit í desember knýta skoytibreytina í skipanina.

Og sum nakað heilt nýtt flytur jólatiltakið Norðurjól inn í veghæddina í Biskupstorgi allan jólamánaðin.

Tí er ongin ivi um, at økið frammanfyri bygningin hjá tykkum veruliga verður merkt av jólaligum hýri.

Eg vildi tí sagt, at BankNordik ikki kundi fingið betri staðseting enn í hjartanum í miðbýnum, har góður møguleiki er at hitta síni viðskiftafólk.

***

Til seinast vil eg takka leiðsluni í BankNordik fyri gott samstarv í samband við hesa verkætlan.

Eg vil eisini takka tykkum fyri dirvið. Tí tað kann vera trupult at síggja heildarmyndina fyri sær, tá økið er eitt stórt, myrkt grótkast, og endaliga úrslitið ikki fyriliggur, áðrenn avtalan verður undirskrivað.

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg tí takka tykkum fyri, at tit sóu møguleikar fram um forðingar.

Eg eri sannførdur um, at raðfestingin av hesari staðsetingini áhaldandi kann styrkja og viðlíkahalda persónliga sambandið millum tykkum og okkara borgarar og vinnulív.

Góðu starvsfólk, takk fyri tykkara tolsemi í samband við hesa flytingina og blíðan byr við virkseminum í hesum nýggja, snotiliga bygninginum. At enda fari eg at ynskja øllum hjartaliga til lukku við nýggja BankNordik bygninginum.

Og eg skal líka skoyta uppí, at vit nokk skulu tryggja tykkum, at gamli BankNordik bygningurin verður í góðum hondum, tí í næstum verða tænastur á heilsu- og umsorganarøkinum savnaðar í bygninginum. Og tað fer uttan iva at skapa møguleikar fyri enn betri tænastum til okkara borgarar.

Takk fyri.

Kelda: Klaksvík

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *