Tíðindi

BankNordik letur føroyskum lesandi legat til nýggja útbúgving

Í august byrjar ein nýggjur studentaflokkur fyri ung í Norðuratlantshavi. Næmingar í norðuratlantiska studentaflokkinum fara komandi trý árini at nema sær studentsútbúgving í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi. Tey lesandi fara í hesum sambandi at hava útreiðslur til kost, bústað og ferðing millum tey fýra londini.

Í hesum sambandi veitir BankNordik einum føroyskum lesandi í norðuratlantsflokkinum eitt legat á til samans 150.000 kr. – 50.000 kr. um árið í tey trý árini, útbúgvingin varar.

”Vit stuðla norðuratlantiska studentaflokkinum til tess at geva føroyskum ungdómi møguleikan at nema sær hesa fjølbroyttu og øðrvísi studentsútbúgving, sum samstundis loyvir teimum at ferðast og uppliva londini í Norðuratlantshavi.

Tað er umráðandi, at vit í Føroyum hava ein ungdóm, sum framhaldandi mennist bæði fakliga og mentanarliga, og hesi menning ynskja vit at vera ein partur av. Tí eru vit fegin um at kunna stuðla einum føroyskum lesandi í at uppliva áhugaverda samstarvið millum studentaskúlar í Norðuratlantshavi, og vónandi kann hetta vera við til at víðka sjónarringin hjá føroyskum ungdómi”, sigur Anja Rein, deildarstjóri í BankNordik.

Til ber at søkja legatið frá BankNordik við at viðfesta legatumsóknina, tá ið umsóknin til útbúgvingina verður send.

“Við norðuratlantiska studentaflokkinum royna vit nakað nýtt og spennandi, ið fer at styrkja norðuratlantiska samstarvið og geva næmingunum serligar náttúruvísindaligar og mentanarligar førleikar. Næmingar skulu sjálvir rinda fyri vistarhald og ferðing. Tí eru vit sera fegin um legatið frá BankNordik”, sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.

Fá meira at vita um legatið frá BankNordik á www.banknordik.fo/ngk ella vitja okkum til opið hús í Miðnámsskúlanum á Kambsdalið í kvøld, mikukvøldið 6. februar, kl. 18.00.

Les meira um útbúgvingina á www.nordatlantisk.dk.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *