Lokal tíðindi Tíðindi Vinna

Banknordik hevur latið nýggja deild upp í Klaksvík

Klokkan 14.30 ígjár lat Banknordik nýggja deild í Klaksvík, hon er flutt frá Klaksvíksvegi og til Biskupstorgið.

Almenn móttøka var frá 14.30 – 17.00. Nógv fólk vóru komin saman og vóru fleiri røður hildnar.

Nýggið deildarleiðarin Einar Tróndargjógv, bjóðaði vælkomin og takkaði fyrrverandi deildarleiðarnum Marjun Kalsø fyri gott arbeiðið og ynski henni góðan byr og at øll í Bankanum gleddu seg til, at hon kom aftur eftir lokið orlov.

Rakstarleiðarin Turið F. Arge í Banknordik helt eisini røðu og hana kunnu tit hoyra live herundir.

Til endast slapp borgmeistarin eisini at siga nøkur orð og tað taluni kunnu tit lesa aðrastaðni á news.fo og Norðoya Portalinum.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskir Banknordik tillukku við nýggju hølunum og góðan byr í framtíðini.

SáH

Rakstrarleiðarin Turið F. Arge, fyrrvernandi deildarleiðarin Marjun Kalsø og núverandi leiðarin Einar Tróndargjógv

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *