Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

BankNordik bjóðar nýhugsandi fyritøkum

Nýggjan fíggingarmøguleika

Sum tann fyrsti peningastovnurin í Føroyum og Grønlandi hevur
BankNordik gjørt avtalu við Evropiska Íløgugrunnin, EIF, ið gevur bankanum møguleika at veita nýhugsandi fyritøkum lán við lagaligum treytum.

Avtalan millum BankNordik og EIF loyvir BankNordik at veita vinnukundum
nýggj lán við kappingarførum treytum og veðhaldi úr ES-skránni “InnovFin”, ið
hevur til endamáls at bøta um fíggingarmøguleikarnar hjá smærri og
miðalstórum fyritøkum í Evropa. Avtalan er hin fyrsta av sínum slagi í Føroyum
og Grønlandi, og hon gevur sunnum, nýhugsandi fyritøkum møguleika at fáa
fígging til nýskapandi verkætlanir frá BankNordik.

Við avtaluni ber til hjá BankNordik at veita vinnukundum nýggj lán fyri samanlangt 300 mió. kr., meðan InnovFin veðheldur fyri 50% av lánsupphæddini, ið
verður latin. BankNordik skal viðgera allar lánsumsóknir til tess at tryggja, at
lántakarar lúka ásettu treytirnar í InnovFin.

“Vit eru fegin um nýggja samstarvið við EIF, sum væntandi fer at gagna okkara
vinnukundum í Føroyum og Grønlandi. Avtalan gevur okkum betri møguleika at
veita nýskapandi fyritøkum lagaliga fígging til verkætlanir, samstundis sum vit
varðveita okkara skynsama kredittpolitikk,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í
BankNordik.

InnovFin stuðlar nýskapandi verkætlanum, annaðhvørt talan er um fígging til
íverksetarafyritøkur ella ítøkligar verkætlanir, har ein fyritøka hevur í hyggju at
seta í verk nýskapandi ella burðardyggar framleiðsluhættir, mannagongdir,
vørur ella tænastur. BankNordik fer at veita fígging til verkætlanir, sum verða
mettar at geva eitt íkast til framhaldandi vøksturin í fyritøkuni. Ein vanlig kredittmeting av fyritøkuni verður, sum altíð, ein partur av viðgerðini av lánunum
við InnovFin-veðhaldi.

InnovFin er partur av evropiska granskingarsamstarvinum Horizon 2020, ið
Føroyar rinda eitt árligt luttøkugjald til, og sum gevur Føroyum atgongd til
stuðul úr felags ES-játtanini.

Les meira um InnovFin

Nærri upplýsingar

Árni Ellefsen, forstjóri, tel: 230 348

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *