Politikkur Tíðindi

Bæði rætt og skyldu, at blanda okkum uppí danskan politikk, Føroyum at frama

Tað tykist sum um tað er hend ein misskiljing í mun til leiklutin hjá føroysku umboðunum á Fólkatingi.

Sagt verður, at tað skal vera beinleiðis ódemokratiskt at vit í Føroyum “blanda” okkum í danskar innanríkispolitiskar avgerðir, enntá er uppskot lagt fyri tingið um at avtaka fólkatingsumboðini.

Í besta føri er hetta populistisk fjas og í ringasta føri manglandi vitan um, í hvussu stóran mun danska og føroyska samfelagið eru samanflættaði. Stovnar sum m.a. rættarskipan, kriminalforsorg, politi, og verjumál eru ikki yvirtikin (enn).
Velur Fólkatingið at skerja kriminalforsorgina, so gongur tað eisini útyvir føroyingarnar í donskum fongslum og í arrestini í Mjørkadali.

Landsjúkrahúsið hevur sum part av sínum infrastrukturi, at vit kunnu senda sjúklingar til DK. Fróðskaparsetrið hevur sum fortreyt, at vit kunnu lesa við onnur universitetir. Verður játtanin til donsku universitetini skerd, rakar hetta eisini føroysk lesandi og minkar játtanin til danska sjúkrahúsverkið, vil hetta beinleiðis ella óbeinleiðis raka føroyskar sjúklingar.

So leingi sum vit hava mál ið viðvíkja Føroyum á Fólkatingi, fer Fólkaflokkinum at gera alt fyri at ávirka tey málini sum viðkoma føroyingum – tað er okkara rættur og okkara skylda!

Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *