Tíðindaskriv Tíðindi Tøkni

Avtalað við atliti til sosialari dumping

Kunningarskriv

Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og Politiið í Føroyum eru farin undir samstarv at gera eftirlit á arbeiðsmarknaðinum við atliti til sosialari dumping, eins og gjørt verður í hinum norðurlendsku londunum.

Aftaná at hava umrøtt karmarnar seinasta árið, undirritaðu Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, Karin Elisa Niclasen, varastjóri á TAKS, og Michael Boolsen, fúti, í dag formliga samstarvsavtalu.

Avtalan hevur við sær, at myndugleikarnir frameftir koma at gera samskipað eftirlitsátøk á arbeiðsmarknaðinum, har dentur verður lagdur á at eftirkanna, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um m.a. arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og arbeiðsumhvørvi.

Eisini tryggjar avtalan, at myndugleikarnir hava neyðuga sambandið fyri at kunna virkað samskipað, skjótt og miðvíst.

Hóast líknandi samstørv hava fleiri ár á baki í hinum norðurlendsku londunum, er talan um eitt nýtt átak í Føroyum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur samskipandi leiklutin í samstarvinum, men allir myndugleikarnir samstarva javnbjóðis um eftirlitsátøkini.

Fyrstu samskipaðu eftirlitini verða væntandi á heysti 2019.

Sí meira á:

https://arb.fo/news/76/samstarvsavtala-millum-arbeids-og-brunaeftirlitid-taks-og-politiid-i-foroyum-um-eftirlit-a-arbeidsmarknadinum

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *