Fiskivinna Tíðindi Vinna

Avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanini, Løgtingslóg um Sjófeingi, byrja nú at síggjast í føroyska samfelagnum.

Í síðstu viku hoyrdu vit um hvussu yvirskotið hjá fyritøkuni P/F Næraberg var tornað burtur í onki, hóast sølan í 2017 var væl hægri enn í 2016. Landskassin var farin avstað við øllum yvirskotinum.

Nú frættist so, at vælriknað fyritøkan í Gøtu, Varðin, hevði sett tvey av skipunum, Jupiter og Høgaklett, á sølulista. Manningin á Jupiter hevur mist arbeiðsplássið, tí skipið er um at verða selt til russar.

Grundgevingin hjá reiðaranum er, at tey mugu “binda um heilan fingur”, tí viðurskiftini eru so ógreið.

Hetta var tað, sum vit ávaraðu ímóti, men ongin í samgonguni lurtaði eftir. Vit søgdu, at nýggja lóggávan fór at skapa ein slíkan ótryggleika í fiskivinnuni, at ongar nýíløgur fóru at verða gjørdar, og at allur vøkstur tí fór at steðga. Nú er sjón fyri søgn.

Eftir stuttari tíð er vinningurin hjá fyritøkunun burtur og manningarnar, tær sum framhaldandi hava arbeiði, hava verið fyri stórum lønarmissi. Tað var, sum vit søgdu, at arbeiðsplássini hjá føroyskum sjómonnum verða seld á uppboðssølu.

Tá ein ger vart við hesi viðurskiftini, verða flosklarnir um “burðadygd”, “virðisøking” v.m. endurtiknir, og nú eru tey eisini farin av vísa til “andan” í lógini. Tað sum hendur, bæði við lønarviðurskiftunum hjá manningunum og støðuni hjá feløgunum, eigur ikki at henda, siga tey, tí tað er ikki í tráð við hendan serliga “andan”, sum er omanfyri lógarinnar bókstav.

Tað er so galið, at bæði umboð fyri manningarfeløg og tíðindafólk, eru farin at tosa um hendan “andan”, í royndini at verja samgonguna og hennara skaðiliga fiskivinnupolitikk.

Tað sá annars so gott út. Gamla lóggávan, Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskp, sum uttan iva trongdi til ábøtur, hevði sett karmarnar fyri eini fiskivinnu, sum var í áhaldandi vøkstri.

Hóast dáragerðina í 2007, tá øll veiðiloyvini vóru uppsøgd, og óvissuna um hvat fór at henda aftaná 1. januar 2018, trúðu tey, sum arbeiddi í fiskivinnuni uppá framtíðina. Upp á stutta tíð vóru uppisjóvarvirkir bygd, bæði í Fuglafirði og á Tvøroyri, so vit megnaðu at arbeiða allan uppisjóvarfiskin í Føroyum, tá vit vóru boykottaði av okkara grannum.

Vinnan spenti seg út, so vit kláraðu at fiska øktu kvoturnar av uppisjóvarfiski, til stórt gagn fyri okkara truplu samráðingarstøðu.

Feløginið tjentu pengar, og hava verið við til at styrkja fiskivinnuna kring alt landið. Vit hava sæð framgongd innan fleiri skipabólkar, seinastu árini, hóast nøgdirnar av serliga botnfiski undir Føroyum, hava verið svikaligar.

Tað, at vit hava fingið nøkur sterk feløg í føroysku fiskivinnuni, hevur lyft okkum á eitt heilt annað støðið. Knappliga megnaðu feløgini at taka verulig tøk.

Vit minnast øll syrgiligu hendingina fyri einum ári síðan, tá uppisjóvarvirkið á Tvøroyri brendi í grund. Felagið kundi tó sama dag boðaði frá, at virkið bleiv bygt uppaftur. Hetta kundi felagið siga, tí felagið hevði figgjarliga orku til tess.

Vónandi fer tað at ganga gott við nýggja virkinum, hóast fyritreytirnar eru munandi broyttar síðan 2012, tá Varðin fór undir at byggja virkið á Tvøroyri, og felagið noyðist at repa seglini. Jupiter verður so ikki at síggja á Tvøroyri í summar.

Tað er harmuligt at ein nýggj lóggáva soleiðis skal steðga góðu gongdini í fiskivinnuni. Vinnuligu motorarnir, sum hava drivið búskapin fram seinastu árini, mugu slækka av. Tað vóru fá í vinnuni, sum høvdu væntað, at støðan bleiv so ring.
Vónandi ber tað til, í seinasta lagið aftaná komandi løgtingsval, at venda negativu gongdini, so vit aftur fáa eina vinnu, sum torir at gera nýíløgur. Í verandi støðu verða ongi átøk gjørd fyri at økja um útflutningsvirðið, tvørtur ímóti.

Lóggávan, Løgtingslóg um sjófeingi”, má broytast munandi. Alt, sum hevur við uppboðssølu at gera, má takast úr lóggávunu, og vinnan má sleppa at arbeiða aftur, leys av teimum bindingum, sum nú eru lagdar á vinnuna.

Ikki minst, so má fiskivinnan aftur sleppa at tjena pengar aftur. Pengar frá fiskivinnuni seyra út í hvønn krók, og skapa vøkstur. Tað er av hesum vøkstri, vit skulu skapa trivnað kring alt landið.

Jacob Vestergaard

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *