Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.
Ítrottur Tíðindi

Jan Berner heldur fram

Borðtennissamband Føroya og svenski borðtennisinstruktørurin, Jan Berner, fara eisini at samstarva í 2019. Tað hava partarnir gjørt avtalu um, eftir at báðir partar hava verið væl nøgdir við samstarvið í júst farna ári og ynskja at halda fram. Jan Berner hevur drúgvar royndir sum venjari og undirvísari kring allan heimin. Hann kennir eisini serliga væl Les meira…

Fiskivinna Tíðindi

Nógv meira av toski og hýsu avreitt higartil í ár

Uppgerðin av avreiðingunum fyri teir fyrstu ellivu mánaðirnar í 2018 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar. Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Les meira…

Fiskivinna Tíðindi

Bragd roktúr týsdagin

Bragd byrjaði árið 2019 serstakliga væl, teir høvdu ein ordiligan roktúr týsdagin. Norðlýsið skrivaði at teir høvdu 19.000 pund uppá 50 stampar og tað var met hjá teimum. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar týskvøldið, sjá søluna herundir og tá var vektin eitt sindur minni 17.448 pund, 10.848 pund toskur og 6.600 pund hýsa. Les meira…

Bráðtíðindi Politikkur Tíðindi

Kristin Michelsen blakaður út úr Javnaðarflokkinum

Har er snøgt sagt einki skil á Javnaðarflokkinum í løtuni. Teir hava ein landsstýrismann/kvinnu, sum hevur handlað í heimildarloysið. Ein Javnaðarmann sum bleiv koyrdur sum landsstýrismaður, ein Javnaðarmann, sum setir seg sjálvan til stjóra á einum almennum stovni og nú ein Javnaðarmann, sum bleiv koyrdur úr flokkinum. Ein skandala eftir og onnur hópa seg upp, Les meira…

Tíðindaskriv Tíðindi

Mynstringarbann við uppisjóarskipinum Artic Voyager

Manningarfeløgini Føroya Skipara-& Navigatørfelag , Maskinmeisttarafelagið og Føroya Fiskimannafelag, lýsa Mynstringarbann við uppisjóarskipinum Artic Voyager, so leingi sum eingin seravtalað fyriliggur um hvussu manningin á Artic Voyager verður avrokna, Tá Artic Voyager fiskar Makrel kvotuna hjá bólki 4 T “ Landleiðstrolarar” Tá p/f Jókin, kann vátta fyri nevndu manningarfeløgunum, at skipari og manning umboð á Les meira…

Politikkur Tíðindi

Jaliga nýggjársrøðan – og tey klokkukláru, treytaleysu og nærlagdu….

Nýggjársaftan helt løgmaður seinastu røðuna í hesum valskeiðnum. Ein positiv og fevnandi røða, kunnu vit vera samd um. Hon avdúkaði, at hann hevur sitið í sessi “Sum gevur eitt serligt útsýni – og eitt serligt innsýni – í okkara samfelag”, sum hann málbar seg. Løgmaður fegnaðist um, at “Vit eiga eitt so framfýsið vinnulív, sum Les meira…