Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.
Tíðindi

USA, Ongland og Frankaríki hava lopið á Sýria

Klokkan tvey í nátt svaraði USA , Ongland og Frankaríki aftur uppá Gassálopið hjá Bashar al-Assads á Douma. Tey sameindu bumbaði útvald støð í Sýria. Hetta bleiv gjørt, fyri at vísa Assads, Rusland og Iran, at Vesturheimurin góðtekur ikki, at kríggjast verður við kemiskum vápnum. Her kanst tú síggja tíðindafundin hjá Donald Trump, har hann Les meira…

Ítrottur

Rókur Trygvason frá Ægir stórt juniormet í 100 metur bringu í Bergen Swim Festivals 2018

Rókur Trygvason frá Ægir setti ídag eitt stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing við tíðini 1:06.14, tá ið hann í finaluni fyri juniorar á Bergen Swim Festival 2018 svam seg til eitt flott fimtapláss. Gamla metið átti Róland Toftum frá SuSvim og tá var metið 1:06.87, sum hann svam á Laugardalslaug í Íslandi Les meira…

Bráðtíðindi Ítrottur

Signhild Joensen gull í Bergen Swim Festival 2018

Signhild Joensen hevur júst vunnið gull í Bergen Swim Festival 2018 í 50 metur ryggsvimjing. Hetta er ein svimjikapping í fleiri finalum, heilið tríggjar í talið. Fyrsta finaluumfar bleiv Signhild Joensen nr. 2, við tíðini 30.02. Næsta finaluumfar bleiv Signhild eisini nr. 2 við tíðini 29.96 Í triðja og endaliga umfarinum vann Signhild Joensen úr Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi

Ímorgin fara vit øll til Havnar at heppa Mjølnir til sigurs

Seinna FM finalan í millum Mjølnir og ÍF verður í morgin, seinnapartin kl 16:00! 🏐🏐💪 Fyrri dysturin, sum var hóskvøldið, varð sum væntað sera javnur! Men endaði tað við, at ÍF tók tann sigurin, 3-2. Dysturin í morgin verður tórførur og ikki minni spennandi! Vit eru sera uppsettir og 100% klárir, og vóna at síggja Les meira…

Lokal tíðindi

Ráðleggingardagur um sálarheilsu

Tá ið starvsfólkini á dagstovnaøkinum í ár hittast til felags ráðleggingardag, verður tað við evninum “ABC fyri sálarliga heilsu”, sum Fólkaheilsuráðið hevur sett á breddan saman við kommunum og øðrum samstarvspørtum. Dagstovnarnir hjá Klaksvíkar kommunu hava hvørt ár ein ráðleggingardag, har fakliga menningin verður sett í hásætið og sjóneykan sett á skiftandi evni hvørt ár. Les meira…

Lokal tíðindi

Starvsfólk hjá Klaksvíkar Kommunu á fyrstuhjálparskeiði

Manningin á Vegadeildini, Vatndeildini og Býarfríðkanini tók í gjár skeið í fyrstuhjálp til frama fyri trygdina í almenna rúminum. Lívbjargandi fyrstahjálp hevur sjálvsagdan týdning fyri trygdina hjá okkum øllum, og fá kommunal starvsfólk eru so nógv úti millum fólk, sum arbeiðararnir á Vega- og Vatndeildini og Býarfríðkanardeildini. Sum trygdarfremjandi átak hava hesi starvsfólk tí júst Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindaskriv

Konsert v/Kirkjukór- og Kallakór Vopnafjarðar úr Íslandi í kvøld kl. 18.00 í Christianskirkjuni

Fríggjakvøldið, 13. apríl kl. 18.00, verður konsert v/Kirkjukór- og Kallakór Vopnafjarðar í Christianskirkjuni. Kórleiðari er Guðjón Böðvarsson. Kórini framføra kirkjuligar kórsatsir, Íslendskar fosturlandssangir, umframt onkrar negro spirituals. Hjartaliga vælkomin á konsert fríggjakvøldið kl. 18.00.