Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.
Fiskivinna Tíðindi

Dýrindal kom fullfermdur inn, ímeðan vit skóru grind upp á kajuni

Kl. 11.30 leygarmorgunin kom Dýrindal inn eftir Vágni fullfermdur, ímeðan vit skóru grindina upp á vesturkajuni. Dýrindal byrjaði túrin tann 27. juni og landaði til N.F.C.S leygardagin. Teir høvdu verið á landleiðini og høvdu 37.600 pund inni og veiðan varð boðin út á Fiskimarknaðinum Føroyar mánadagin 2. juli. SáH

Ferðavinna Tíðindaskriv Tíðindi

Atlantic Airways gjørt samstarvsavtalu við AirFrance-KLM

Atlantic Airways hevur júst gjørt eina samstarvsavtalu við stóra franskt/hollendska flogfelagið AirFrance-KLM, sum vil styrkja um sína støðu í Føroyum. Talan er um eina sokallaða interline-avtalu. Við avtaluni gerast Føroyar meiri atkomuligar fyri ferðafólkum úr 314 ymsum ferðamálum í 116 ymsum londum, og Atlantic Airways kann sostatt taka uppaftur størri lut í menningini av føroyskari Les meira…

Lesarabrøv

Sjálvandi átti Cannabis at verið resept heilivágur

Mín meining er, at vit í Fólkaflokkurin skuldi tikið máli upp og gjørt Cannabis til resept heilivág, so tey sum høvdu brúk fyri Cannabis sum heilivág fingu tað. Gott kempa Gunnvá og góðan betring. Her ein grein Gunnvá Tróndardóttir Joensen skrivaði á Facebook tann 27. juni, les herundri: Í málinum um sjokulátu viđ cannabis í, Les meira…

Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi

Lítil grind legði beinini á Borðoyavík

Klokkan tvey í nátt var boða frá grind sunnanfyri Borðoyavík. Ætlanin var at reka hana inn í Hvannasund, men ikki fekst rakstur á hana norðureftir, hon vildi bara suðureftir og so var avgjørt at reka hana inn á Borðoyavík. Klokkan umleið 5:30 bleiv hon dripin. Drápið gekk væl og eftir góðar 10 min. vóru allir Les meira…

Bráðtíðindi Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Maverick Barr stroymar dystin Birkikara F.C. – KÍ klokkan 18.00 í dag

Nú frættist at Europa Leauge dysturin ímillum Birkarar F.C. – KÍ kann stroymast beinleiðis, so sjálvandi skulu KÍ fjepparnir hjá Maverick Barr sleppa at síggja dystin í Maverick. Vit lata dyrnar upp kl. 17.00, so vit hava tíð at hita upp. Eisini vera dystirnir Ongland – Belgia og Panama – Tunesia vístir kl. 19.00 og Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi Vinna

Pop Up Shop hevur seinasta søladag í Klaksvík ídag

Kl. 18.00 í dag er seinastu søludagurin hjá Pop Up Shop handilinum í Klaksvík á hesum sinni. Nógv góð tilboð eru og geva tey av ymiskum vørum heili 50% í avsláttri. Norðoya Portalurin og News.fo vóru á gólvinum og sera fínt var tað, tí har varð reyðu løbarin breiddur út fyri okkum. Tvær fryntligar kvinnur Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi

Nú vóni eg ikki at KK betalur lýsingar um Team Rynkeby til Norðlýsið

Norðoya Portalurin og News.fo hava sjálvandi skriva um vitjanina hjá Team Rynkeby í Klaksvík í morgun. Fór at kannað, um onkur annar Portalurin hevði søguna um Team Rynkeby á teirra síðu og datt á hesa lýsingina: Nú vóni eg ikki at Klaksvíkar Kommuna betalur 1.250,00 kr. fyri toppbannara um dagin til Norðlýsið fyri at lýsa Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Team Rynkeby kemur til Klaksvíkar klokkan 10.30 í morgun

Súkkluferðin til París byrjar frá Kráarbrekku í Klaksvík Klokkan 10.30 kemur Team Rynkeby til Klaksvíkar. Teir byrjað túrin til París frá “Rynkeby” økið uttan fyri Sambýlið á Heygnum við Helnabrekku. Nógv fólk plaga at siga Rynkebyliðnum farvæl og ynskja teimum góðan túr og væntandi vera tað mong eisini í morgun. Hetta er skráin: Kl. 10.30: Les meira…