Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.
Lokal tíðindi Merkisdagar Tíðindi Vinna

Sølvi Fossadalsá útlærdur Bankaatstøðingur

Fríggjadagin tann 1. juni á Norðoyastevnu bleiv Sølvi Fossadalsá útlærdur til Bankaatstøðingur í Norðoya Sparikassa og sigast skal, at tað var við prompt og pragt, har fleiri hundra møtti upp at ynskja honum tillukku ella var tað heldur at fáa sær softice, ballónir og annað gott frá Norðoya Sparikassa, ið skipaði fyri Norðoyastevnutiltakið við høvuðsdeildina Les meira…

Tíðindi Vinna

Reisgigildi í nýggja musikkskúlanum

Seinnapartin í gjár var reisigildi í nýggja Musikkskúlanum við Landavegin. Borgarstjórin frøddist um, at nú fáa vit endiliga høvið at síggja, hvussu einastandandi Musikkskúlin fer at verða. Ongin okkara ivast í hvønn týdning, tónleikur hevur. Sagt er, at har orð ikki røkka, har talar tónleikurin. Tónleikurin rúmar okkara sál og allar okkara kenslur, hann er Les meira…

Ferðavinna Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Fleirfaldan av ferðavinnutilboðum í Norðoyggjum

Visit Norðoy hevur í dag almannakunngjørt ein nýggjan faldara við 18 ítøkiligum upplivingum til ferðafólk í summar Gongutúrar, rundvísing og ølsmakking á Føroya Bjór, mentanarligur seinnapartur í Spaniastovu, familjutúrur til Svínoyar, leiga av árabátum, túrar við seglskipinum Draganum ella skjóttgangandi Rib-báti, havsvimjing og heitur pottur í Hvannasundi, heimablídni og møguleiki at koma tætt at kvæðunum. Les meira…

Fiskivinna Tíðindi Vinna

Avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanini, Løgtingslóg um Sjófeingi, byrja nú at síggjast í føroyska samfelagnum.

Í síðstu viku hoyrdu vit um hvussu yvirskotið hjá fyritøkuni P/F Næraberg var tornað burtur í onki, hóast sølan í 2017 var væl hægri enn í 2016. Landskassin var farin avstað við øllum yvirskotinum. Nú frættist so, at vælriknað fyritøkan í Gøtu, Varðin, hevði sett tvey av skipunum, Jupiter og Høgaklett, á sølulista. Manningin á Les meira…

Bráðtíðindi Tíðindi

Stóra handilshúsið City Vest í Aarhus er aftur opið, bumbuhóttanin er nú av.

Eitt eftirlitsfólk hevði funnið ein seðil í einum umklæðinsrúmið, har hann hevði funnið ein seðil við bumbuhóttanini. Øll í City Vest blivu í skundi koyrd út og bumbuserfrøðingar blivu settur inn, men teir funnið onga bumbu og nú er City Vest aftur opið. Les meira her: “Stor butikscenter blev evakueret: Bombetruslen er nu afbæst” SáH

Bráðtíðindi Tíðindi

City Vest í Aarhus er evakueret og ongin sleppur inn á økið

Hetta Skrivar Østjyllands Politi, “Vi undesøger mistænkeligt forhold i City Vest í Brabrand. Centret er evakueret, mens vi undersøger steder. Læs mere her “Østjyllands Politi undersøger mistænkeligt forhold i City Vest” Hetta skrivar TV2 Østjylland júst nú, klikk her “Stort butikcenter i Aarhus evakueret” Okkara dóttir Tina Joensen arbeiðir í City Vest, men hevur hon Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi Vinna

Pápa dagur, so er at skunda tykkum, Summardáin letur aftur kl. 17.30

News.fo var fyri løtu síðani og heilsaði uppá Signy, sum hevði eitt sindur at gera, ikki so nógv sum mammudagin, men tó høvdu fleiri verið á gátt og keypt okkurt lekkurt til sín pápa. Summardáin letur aftur kl. 17.30, so nú er at skunda tykkum, um tit skulu keypa onkra vakra rósu til tykkara pápa. Les meira…

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Høgni Egilstoft Nielsen vann útitalvi við 8-7 á Norðoyastevnu

Leygardagin var útitalv við talvboriðið í Vágstúni. Har ein av okkara bestu telvarum Høgni Egilstoft Nielsen telvaði ímóti fleiri av okkara góðu telvarum. Høgni vann 8-7. Høgni vann 7 talv, tapti 5 og telvaði 2 jøvn. Veðrið var avbera gott, men tað var kált at telja. Hetta skrivar Wikipedia um Høgna: Høgni Egilstoft Nielsen (føddur Les meira…

Fiskivinna Lokal tíðindi Tíðindi Vinna

Gadus kom á Klaksvík klokkan 06.15 í morgun

Í aller fagrasta veðrið kom Gadus siglandi spakuliga inneftir vágni kl. 06.00 í morgun og legði at á vestaru bryggju. Á sjálvum pápadegnum komu teir aftur og tað var gott tíðspunkt at koma aftur, har nógv børn vera glað at síggja pápa sín aftur. Gadus hevur roynt í russiskum sjógvi og hava teir fult skip. Les meira…