Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.
Bráðtíðindi Tíðindi

Stór venjing umborð á Norrønu júst nú

Norrøna hevur ein stóra venjing í morgun. Politi skivar á teirra heimasíðu soleiðis um veningina: VENJING: Kl. 0829 byrjaði ein venjing umborð á Norrønu, sum liggur í Nólsoyarfirði. Tey sum luttaka í venjingini eru MRCC, Tilbúgvingin í Tórshavnar Kommunu, Tyrlutænastan, Sjúkraflutningstænastan, Landsverk, Politiið og aðrir tilbúgvingarmyndugleikar. Føroya Politi

Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Hans Joensen afturvaldur til formann

Havnar Framburðsfelag, valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymi, hevur havt aðalfund, har nevnd var vald og nevndin hevur nú skipað seg. Hans Joensen, sum hevur verið formaður síðan 2017, var afturvaldur til formann. Ingvør Justinussen var vald til peningarøkil. Hini í nevndini eru Rói Poulsen, Jógvan Thomsen og Óli Breckmann. Sum varðalimir, vóru vald Joan Samuelsen og Les meira…

Bráðtíðindi Heilsuverkið Tíðindaskriv Tíðindi

300 sjúkrarøktarfrøðingar mótmæla hugburðin og framferðina hjá politiska mynduleikanum

Yvirlýsing Um 300 sjúkrarøktarfrøðingar vóru samlaðir á Hotel Føroyum í dag til aðalfund hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Aðalfundurin er samdur um at átala hugburð og framferð hjá politiska myndugleikanum og fyrisitingini mótvegis fakligu leiðsluni, sum er neyðug fyri at leiða heilsuverkið og eldraøkið. Nú álit um framtíðar heilsuverk er skrivað, og nýggj leiðsla sett, vóru Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi

Ítøkilig amboð til arbeiðið við fleirmætum børnum á veg

Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á eina slóðbrótandi verkætlan, ið hevur til endamáls at framleiða amboð til teirra, ið arbeiða við fleirmæltum børnum í Føroyum. Umframt ítøkilig amboð og uppskot um mannagongdir, verða góð ráð eisini savnað, dømi verða funnin um viðkomandi sangir og spøl – og annað tilfar verður framleitt. Arbeitt verður Les meira…

Bráðtíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Báturin við Eiler Guttesen er funnin í øllum góðum

Fyri løtu síðani boðaði Føroya Politi frá at bágurin og Eiler Guttesen eru funnin í øllum góðum, her dagføring: Dagføring: Báturin við manni er funnin aftur í øllum góðum. Maðurin hevur tað gott. Báturin verður sleipaður til lands í løtuni. Takk fyri fráboðanirnar Føroya Politi Tað vóru góð tíðindir. SáH

Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindaskriv Tíðindi

Eftirlýsing eftir Eiler Guttesen við bátinum Bakkafossur KG2

Føroya Poiti hevur júst sent eina eftirlýsing eftir Eiler Guttesen og bátinum Bakkafossur á teirra heimasíðu: Føroya Politi sóknast eftir manninum Eiler Guttesen, 53 ár, og bátinum Bakkafossur Bakkafossur KG2, er ein hvítur seksæringur. Báturin er seinast sæddur fara av Borðoyarvík fríggjakvøldið tann 15. mars kl. 1739, við manninum umborð. Báturin var júst seldur nýggjum Les meira…

Bráðtíðindi Tíðindi

Ferðsluóhapp í Hvannasundstunnilinum

Í gjárskvøld hendi eitt ferðsluóhapp í Hvannasundstunnilinum og tunnilin bleiv stongdur. Hetta skrivaði Føroya Politi á teirra heimasíðu. “Hvannasundstunnilin er fyribils stongdur vegna eitt minni ferðsluóhapp inni í tunlinum. Eingin fólkaskaði. Boðað verður frá, tá ið koyrandi verður aftur.” Og klokkan 21:10 bleiv Hvannasundstunnilin opin aftur fyri ferðslu. SáH

Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Trygd hevði 8 mió. kr. í avlopi

2018 var eitt gott ár hjá Trygd, sum umframt inntøkuvøkstur og menning av nýggjum tænastum eisini kundi hátíðarhalda 20 ár við fríari kapping á føroyska marknaðinum. Hóast góðu gongdina var ársroknskapurin ávirkaður av einstøkum lutfalsliga stórum skaðum. “Tað gongur væl í Føroyum, og tað sæst aftur í talinum av ognum, ið verða tryggjaðar hjá okkum. Les meira…