Fiskivinna Lokal tíðindi Vinna

Atli Rasmussen helt røðuna við minningarhaldi teirra sjólátnu 1. november 2018

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá Atla Rasmussen í samband við minningarhald teirra sjólátnu 1. november 2018:

“Góðu áhoyrarar!

Í ár eru tað 75 ár síðan minnisvarðin her í Vágstúni yvir sjólátnar norðingar varð vígdur, og hevur líka síðan verið miðdepulin, okkara savningarstað til gaman og álvara. Enn einaferð hava vit nú fingið møguleikan at minnast teir sjólátnu og steðga á eina løtu.

At hava sítt arbeiði á sjónum hevur verið og er ein heilt nátúrligur partur av lívinum hjá nógvum føroyingum. Tað ávirkar eisini næstan allar familjur upp á ein ella annan máta. Tey, sum hava sítt arbeiði á sjónum, hava altíð verið greið yvir tey grundleggjandi korini, tey liva undir og kunnu siga sum Thomas Kingo: “Onga tíð er frá mær váði”.

Nú vit hyggja aftureftir, so er tað ein veruleiki, at vit í Norðoyggjum hava mist nógvar menn á sjónum, og vit hava eisini mist heilar skipsmanningar. Hesar hendingar eru vavdar inn í søguna hjá okkum øllum upp á ymiskan mátar.

Fyrst og fremst hjá teimum, sum mistu mann, pápa, ein son, ein beiggja, ein trúlovaðan ella góðan vin. Tað er torført at fyristilla sær, hvussu tað hevur verið, at tað til tíðir hava verið so nógvar einkjur og so nógv faðirleys børn her norðuri. Tá er brúk fyri veruligum vinum – fyri monnum og kvinnum, sum man kann rokna við og sum eisini geva børnum og ungum nakað gott við á lívsleiðini. Soleiðis hevur tað tíbetur aloftast verið, og tað hava vit í okkara samfelag brúk fyri at halda fast við.

Í ár eru 100 ár síðan Sjómansmissiónin byrjaði. Endamálið hevur verið, at hava umsorgan fyri føroyska sjómanninum bæði tímiliga og andaliga. Sjómansmissiónin var millumlið, tá ting skuldu avgreiðast. Umboð fyri Sjómansmissiónina var eisini har, tá vanlukkan rakti. Ikki minst tá nógvir av okkara sjómonnum fiskaðu við Ísland. Sjómansmissiónin er nógv broytt í mun til tey fyrstu ártíggjuni, men endamálið er tað sama: At hava tímiliga og andaliga umsorgan fyri sjómanninum.

Fyri mítt viðkomandi kenni eg serliga søguna í sambandi við Emmaus og frá mammu mínari. Nógvir av hesum monnum høvdu sína gongd í Emmaus og hoyrdust har og onkur av teimum sat eisini í stýrinum.

Mamma hevur ofta fortalt mær um tíðina, tá skip riggaðu til at fara avstað. Tá vóru nógvir sjómenn í Klaksvík og møti var í Emmaus hvørt kvøld. Tað festi seg í minnið, at fleiri av hesum monnum reistu seg upp og søgdu, “at komi eg ikki aftur, so skulu tit øll vita hvar eg eri”. Onkur segði eisini: “Eg rokni ikki við, at vit koma aftur”.

Ein, sum ikki kom aftur, var Jógvan Thomassen, ið fórst við Ernestinu 34 ára gamal. Hann var trúlovaður Andreu systur Dáva úr Gerðum og Jógvan F. Kjølbro. Hann var ein av teimum, sum var illa fyri og varð settur undir ein varða eftir at vera bjargaður í land av Ernestinu. Hann yvirlivdi ikki.

Í lummanum hjá honum varð ein sangur funnin, sum hann sjálvur hevði yrkt. Hann stendur í Missiónssangbókini (Nr. 303). Tað fyrsta ørindi ljóðar soleiðis:

1. Hvør veit at siga tíð og stund,
á eygað leggjast skal í blund
og ikki aftur opnast her
í kaldi deyðin komin er?

2. Kom, vinur, kom, kom vinur, kom
og kasta teg í Jesu favn,
tí bara trúgv á krossins verk
teg føra skal í himmalhavn!

Ein annar var Óli Joensen, eisini nevndur Óli á Eiðinum. Hann var skipari á Fossanes. Tað hevur altíð hingið ein mynd av Óla á vegginum hjá mammu mínari, og eg havi hoyrt um Óla síðan eg var barn.

Hann var gubbi hennara og var sera góður við hana, og hann gjørdi eisini eitt rættiliga stórt inntrykk á hana.

Tað er ein hending, sum hon mintist serliga væl. Óli vildi hava, at hon skuldi eta døgurða saman við sær, Oliviu og børnunum sama dag, sum Fossanes fór avstað. Teir komu ongantíð aftur.

Tá mistu vit nógvar menn í Norðoyggjum, og síðan eru nógvir lagdir afturat. Tað er altíð ein smeitur, og tað kann ikki verða øðrvísi. Deyðin er ein fíggindi, men um vit fáa eitt rætt perspektiv upp á deyðan, so kann tað læra okkum øll at liva.

Tá vit minnast teir sjólátnu, so skulu vit ikki gloyma, at takka fyri tey góðu minni vit hava um hesar menn. Alt tað teir hava verið fyri teirra allar nærmastu og fyri okkara samfelag – ikki minst her norðuri. Upp á ymiskar mátar hava teir verið fyrimyndir, menn sum vit síggja upp til og sum hava sett spor eftir seg.

Korini eru grundleggjandi tey somu í dag. Eg sá einaferð eina sjónvarpssending um tríggjar danskar fiskimenn. Tveir eldri og son ein teirra. Teir áttu ein 50 tonsara, sum teir fiskaðu við í Norðsjónum. Ein av hesum monnum er kendur fyri at hava uppfunnið útgerð til snurriváð, sum hevur bøtt munandi um trygdina við hesum fiskiskapi.

Sjónvarpskvinnan tosaði við teir um, hvussu tað var við vandum og trygd á sjónum. Hon segði: “Fyrr hevði kristindomurin nógv at siga fyri sjómenninar, tá teir vóru úti á havinum, men hvussu er tað nú, tá man hevur so nógv tól og nógva útgerð, og alt er vorðið tryggari”?

Tað gekk ein lítið løta, so svaraði tann eini av teimum eldru: “Hjá mær stendur og fellur alt við Jesusi”. “Eisini hjá mær”, segði hin eisini. Tað var ikki trygdin umborð, sum var avgerandi fyri teir, men Jesus var.

Tað, sum hesir menninir roknaðu við, kunnu tey, sum arbeiða á havinum eisini rokna við í dag. Eisini tey ungu, sum eru á veg inn í fiski- ella sjóvinnu og eisini tey, sum hava mist.

Áðrenn eg fari at nevna nøvnini á teimum, sum eru farin, fara vit at biðja.

Góði Faðir á Himli

Tú sigur í tínum orði, at vit kunnu kasta okkara sorg yvir á teg, tí tú hevur umsorgan fyri okkum. Tað gera vit nú. Við øllum vit dragast við. Takk, at tú hevur umsorgan fyri okkum – eisini tá vit ikki skilja nakað sum helst. Takk at vit kunnu rokna við tær.

Takk fyri teir, sum gjøgnum tíðina eru farnir og takk fyri alt tað, sum teir hava gjørt fyri okkum. Takk fyri minnini, sum vit kunnu goyma. Ver serliga hjá teimum, sum sita eftir teir, sum eru farnir síðsta árið.

So vilja vit eisini biðja fyri okkara sjófólki. Ver hjá teimum og teirra og gev tú teimum alt tað, tey hava brúk fyri frá tær.

—-

Eg vil takka Klaksvíkar kommunu fyri, at eg fekk høvi til at siga nøkur orð í dag. Somuleiðis takk fyri, at tit skipa fyri hesum tiltaki á hvørjum ári.

Eg fari so at nevna nøvnini á teimum, sum eru farin síðsta árið:

Jákup Marnar Klein, Klaksvík, doyði tann 27. februar 2018 umborð á Topas

Amani í Nigeria, 62 ára gamal.

So vil eg eisini nevna:

Ólavur Sjúrður Gullaksen, Klaksvík, druknaði tann 11. mars 2018 við lendingina úti á Kirkju, 60 ára gamal.

Páll Østerø, Kvívík, ættaður av Trøllanesi, datt oman á fjalli á Trøllanesi tann 12. juli 2018, 29 ára gamal.

Takk fyri og Guðs frið”.

Her myndir frá minningarhaldinum, klikk her: “Minningarhald teirra sjólátnu 2018”

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.