Lokal tíðindi Tíðindi

Arbeiða uppá atkomuviðurskiftini á Skúlatrøð

Klaksvíkar Býráð hevur samtykt at gera trygdarfremjandi ábøtur á atkomuviðurskiftini til Skúlatrøð av Gerðagøtu, og sjálvt vegarbeiðið fer í gongd í vikuni.

– Neyðugu fyrireikingarnar vórðu longu framdar undan summarfrítíðini og í hesi vikuni fer Vegadeildin í gongd við at fremja sjálvt vegarbeiðið, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevdini Børn og ung.

Fyrireikingarnar til arbeiðið byrjaðu beinavegin í vár, men síðan hava summarfrítíð, onnur tiltøk og aðrar verkætlanir saman viðvirkað til, at arbeiðsorka ikki hevur verið til at fremja arbeiðið enn, men nú fer arbeiðið í gongd, og tað fegnast forkvinnan um.

– Atkomuviðurskiftini og ferðslutrygdin í økinum eru slett ikki nóg góð í løtuni, og tað hevur Skúlatýrið eisini gjørt vart við, so eg eri ótrúliga glað fyri, at arbeiðið nú kann fara í gongd, tí hetta er um nakað eitt øki í býnum, har trygdin skal vera í lagi, sigur Beinta Klakstein.

Hegn er sett upp á økinum, sum merkir, at bilar ikki longur kunnu parkera millum Snjallubjallu og Tónlistaskúlan, men í sama umfari eru parkeringsviðurskiftini betraði bæði omanfyri og niðanfyri KFUM&K. Næsta stig er so neyðuga vegarbeiðið í samband við nýggju ferðsluloysnina fyri økið.

Nýggja ferðsluloysnin er í tráð við samtyktu ferðslutrygdarætlanini fyri Klaksvík, og í stuttum fevnir arbeiðið um at seta upp ljósregulering, gera gonguteigar og av- og ásetingarpláss umframt flísalegging og asfaltering. Arbeiðið verður mett at kosta uml. 1,2 mió. kr.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *