LØGTINGIд19 Politikkur Tíðindi

Annika Olsen ynskir góða Ólavsøku og gott val

Havi sitið á Føroya Løgtingi síðani 2008. Í løtuni eri eg í farloyvi frá mínum løgtingssessi, ti eg siti sum borgarstjóri. Í dag er síðsta skrúðgonga hjá hesum Tinginum, og fái eg tiverri ikki møguleika at ganga hesa síðstu skrúðgongu.

Skrúðgongan hevur altið havt ein heilt serligan týdning fyri meg, har vit uttan politiskan lit ganga i takt og virða okkara aldargamla Ting.

Eftir øllum at døma fer løgmaður at skriva út val i dag. Ongin veit hvør fer at manna okkara komandi løgting, men spennandi verður hvussu myndin verður i komandi skrúðgongum.

Min vón er, at vit fáa eitt gott, siðiligt og konstruktivt valstríð, og at tað verður ein góð manning, ið verður vald við góðum áralagi. Sjálv havi eg tikið avgerð at endurvinna min egna tingsess fyri Fólkaflokkin.

Góða Ólavsøku og gott val

Annika Olsen
Valevnið hjá Fólkaflokkinum til Løgtingsvalið 2019

Her filmsklipp frá KVF, tá ið Ólavsøkan 2019 bleiv sett, klikk her “Ólvasøkan 2019 verður sett”

 

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *