Ítrottur Politikkur Tíðindi

Annika Olsen hitt borgarstjóran í Pristina

Havi i dag verið á fundi við borgarstjóran i høvuðsstaðnum, Pristina, i Kosovo.

Vit hava hittst fyrr og ti var tað gleðiligt at hittast aftur. Tað var ein góður og gevandi fundur.

Borgarstjórin gav eina gjølla og góða frágreiðing um støðuna og søguna i Kosovo.

Eisini komu vit inn á fótbólt sjálvsagt. Teirra tjóðarstadion skal takast i nýtslu i kvøld og spenningurin er stórur.

Borgarstjórin i Pristina segði, at hann ætlaði at koma til Føroyar, tá liðini skulu spæla á Tórsvølli 14 okt.

Kelda: Annika Olsen Facebook 10092018

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *