Bráðtíðindi Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Anfinn Kallsberg stillar upp til løgmann

Norðoya Fólkafloksfelag hevði 2-3 uppstillingarfund seinasta vikuskiftið og har bleiv upplýst, at Anfinn Kallsberg hevur játtað at stilla upp til løgmann til komandi Løgtingsval.

Anfinn Kallsberg er 72 ára gamal. Hann var borgmeistari á Viðareiði frá 1974 til 1980. Í 1980 bleiv hann valdur inn í Føroya Løgting og var Løgtingsformaður frá 1991 – 1993. Í 1983 til 1985, 1989 og frá 1996 til 1998 var hann fíggjamálaráðharri.

Anfinn Kallsberg var løgmaður frá 1998 og til 2004 og var tað hann sum bjargaði Føroyum, tá ið Føroyar vóru við at fara á heysin.

Norðoya Fólkafloksfelag er sera fegi um at Anfinn Kallsberg jattaði at gerast næsti Løgmaður í Føroyum.

Klikk á myndina niðanfyri fyri meira kunning um Anfinn Kallsberg og hansara politiska lív.

Apríl, April, men tit er vælkomin at velja Fólkaflokkin álíkavæl hehehehe
Apríl, April, men tit er vælkomin at velja Fólkaflokkin álíkavæl hehehehe
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *