Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Alneyðugt at tálma almennu nýtsluna

Útreiðsluvøksturin hjá Landskassanum er meira enn tvífaldaður undir verandi vinstrasamgongu, sammett við útreiðsluvøksturin hjá undanfarnu ABHD samgongu.

Yvirlitið niðanfyri vísir, at útreiðsluvøksturin 2015-2019 verður heilar 852 mió.kr. og tá eru munandi rakstrarútreiðslur, sum t.d. útreiðslur til Samhaldsfasta enntá ikki tiknar við í útreiðsluvøkstrinum. Tí er ongin ivi í at veruligi útreiðsluvøksturin verður væl omanfyri eina milliard síðstu fýra árini.

Sitandi vinstrasamgonga má sigast at verða komin til skorin klæðir, har búskaparvøksturin hevur verið methøgur (miðal BTÚ-vøkstur á 4,8% síðstu fýra árini), virksemi í landinum metstórt, stór fólkatilflyting og metlágt arbeiðsloysi. Alt hetta hevur ført til munandi øktar skatta- og avgjaldsinntøkur. Men harumframt hevur samgongan valt at leggja munandi eykaskattir á vinnu og fólk – serliga á fiskivinnuna – men eisini økt avgøld á vinnuna og vanligu familjuna í Føroyum. Hesar inntøkur hava samanlagt megnað at fjalt stóra útreiðsluvøksturin hjá Landskassanum. Harumframt eru munandi rakstrarútreiðslur so sum Samhaldsfasti, nú eisini lagdar uttanfyri sjálva figgjarlógina, sum tí samanlagt hevur givið avlop.

Tær alsamt vaksandi útreiðslurnar hjá sitandi vinstrasamgongu kunnu ikki halda áfram. Útreiðsluvøksturin má tólmast skjótast til ber, soleiðis at øktu útreiðslurnar ikki vinna inntøkurnar aftur. Tá er veruligur vandi fyri at Landskassin fer at geva hall.

Ein borgarlig samgonga við Fólkaflokkinum á odda fer at tryggja, at skil aftur kemur á fíggjarstýringina hjá tí almenna, tó uttan at hetta skal ganga út yvir okkara vælferðartænastur. Hetta vil eg arbeiða fyri um eg veri valdur til komandi løgtingsval.

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Valevni Fólkafloksins
– Vilji og dirvi til broytingar

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *