Heilsuverkið Tíðindi

Almannaverkið í Klaksvík í nýggj hølir

Týsdagin tann 25. september, var móttøka í nýggju hølunum hjá Almannaverkinum í Klaksvík, nú avgreiðslan er flutt inn í bygningin á Klaksvíksvegi 7. Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna helt røðu og handaði eitt steinprent hjá Hansinu Iversen. Røðan kann lesast niðanfyri:

Røða í sambandi við at Almannaverkið eru flutt í nýggj hølir í Klaksvík

Góðu tit, sum eru komin saman her í dag og góðu starvsfólk í Almannaverkinum
Tað er hugaligt at vera boðin til móttøku, nú deildin hjá Almannaverkinum flytur inn í nýggj hølir, og takk fyri, at eg havi fingið høvið at siga nøkur orð.

Almannaverkið hevur í seinastu mongu árini húsast í hølum á Klaksvíksvegi. Hóast umstøðurnar sum heild vóru góðar, vóru atkomuviðurskiftini ikki lagi, av tí at deildin húsaðist á ovastu hædd og ongin lyfta var í húsinum.

Tað er avgerandi at ein almennur stovnur hevur góðar atkomumøguleikar, soleiðis at allir borgarar kunnu koma inn á deildina, tá tørvur er á tí. Og tí fegnist eg um, at deildin nú er flutt inn í hesi hølini, sum liggja so væl fyri, og tað ber til – uttan hóvasták – hjá øllum at koma inn í móttøkuna.

Bygningurin er vælegnaður til júst tað virksemið, sum er á Almannaverkinum, og tað er gott at hava góðar karmar. Men tað týdningarmesta er innihaldið, og her eru tað tit starvsfólk, sum veita ráðgeving, sum eru tann berandi bulurin í sosiala arbeiðinum. Tit hava fingið betri karmar at virka undir og vónandi fer hetta at skapa enn betur trivnað, sum borgarin í síðsta enda fer at merkja í tænastuni.

Arbeiðið hjá tykkum her í Almannaverkinum er nógv broytt, síðan deildin á fyrsta sinni lat upp í 1989. Tit hava húsast í ymsum hølum, og nógv er broytt bæði fakliga og hugsjónarliga.

Í dag er umráðandi at vit hava menniskja í miðdeplinum, og at vit veita eina
samanhangandi ráðgeving og tænastu til borgaran, tætt at borgarunum. Hetta samsvar eisini við, at deildin nú er flutt inn í miðdepilin á býnum. Og her kann eg leggja afturat, at eg haldi at tað hevur stóran týdning at Almannaverkið er úti um landið og nær borgaranum.

Tænastan til borgaran er høvuðsevnið í nýggju vælferðarlógini, sum nú verður fyrireika at leggja fyri Løgtingið. Sum landsstýriskvinna í almannamálum er sjálvsagt nógv samstarv við Almannaverkið, eisini í sambandi við at vælferðarlógin hevur verið fyrireikað.

Politiskt eru vit samd um tær aðalreglur, sum lógin byggir á: Til dømis, at menniskja skal hava varðveita ræði á egnum lívi og at allar tænastur skulu hava eitt endurmennandi endamál.

Tí øll hava førleikar og møguleikar at menna seg, og vit skulu møta menniskjanum har, ta er. Tænastan skal tí altíð taka støði í tí einstaka og standa mát við tørvin. Soleiðis slóða vit fyri, at tey, sum megna tað, verða før fyri at uppihalda sær sjálvum og sínum við minst møguligari hjálp og stuðli.

Fólk eru ymisk, og ráðgevingin og tær sosialu tænasturnar skulu endurspegla hendan ymisleikan. Samstundis er umráðandi, at ráðgevingin til tey, sum hava umfatandi og varandi tørv á tænastu eru lagdar soleiðis til rættis, at borgarin fær eitt fyri hann so sjálvstøðugt, støðugt, og innihaldsríkt lív sum gjørligt.

Lógin leggur upp til at veita eina skjóta og góða tænastu til tær familjur, sum hava børn, ið bera brek, og ráðgeving sum heild skal eisini fevna um familjuna hjá tí, sum hevur tørv á hjálp og stuðul.

Hetta eru føgur orð at seta í lógartekst. Men vit megna einki av hesum uttan so, at tit, ið arbeiða í markini, eisini eru við. Tí var tað av stórum týdningi at fakfólk luttóku í fyrireikandi arbeiðinum. Nógv arbeiða longu soleiðis, sum aðalreglurnar sipa til, og fleiri tænastur eru soleiðis skipaðar í dag.

Men vit kunnu gera tað enn betur.

Og tað gera vit bert, um vit samstarva og draga eina línu.

Vónandi fer tað eisini at vera soleiðis frameftir, so vit í felag kunnu røkka enn fleiri
slóðbrótandi úrslitum á almannaøkinum.

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum øllum hjartaligu til lukku við nýggju hølunum.

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen
Landsstýriskvinna í almannamálum

Kelda: amr.fo

SáH

  

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *