Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi

Allir fiskiskapur hjá bólki 5B skal steðgast í kvøld kl. 23.00

Hetta er eitt ræðuligt skil, fiskurin gerð næstan landgongd og so kann hann ikki fiskast av teimum smáu útróðrarbátunum í bólki 5B, sum hevur fingið HARRABOÐ, at allur fiskiskapur hjá bólki 5B, skal halda uppat í kvøld kl. 23.00.

Her má handlast skjótt, tí sjálvandi skal fiskurin fiskast, alternativi er, at hann doyr í hungri við land.

Hetta boðar Vørn frá á teirra heimasíðu klokkan 13:35 í dag.

Kunning um fiskidagar hjá bólki 5 í 2019

Í dag, hin 29. november 2019, er støðan viðvíkjandi brúktum fiskidøgum soleiðis, at bólkur 5A hevur brúkt 4119 dagar av teimum 4883 døgunum, ið er nú tillutaðir bólkinum. Tískil eru 764 dagar eftir at brúka hjá bátum í bólki 5A.

Í bólki 5B er støðan tann, at í dag, hin 29. november 2019 eru 6112 dagar brúktir. Til bólk 5B eru tilsamans 6146 dagar tillutaðir. Tískil eru bert 34 dagar eftir.

Tí verður boðað frá, at allur fiskiskapur hjá bólki 5B, skal verða hildin uppat í seinasta lagi klokkan 23:00 hin 29. november 2019.

Vørn

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *