Fiskivinna Politikkur Tíðindi

Aksel V. Johannesen bakkar ikki útjaðaran upp og slett ikki Klaksvík

Í Dag & Viku í gjár vaksaði enn einaferð Aksel V. Johannesen sínar hendur og gav Hanus Hansen og tey stóru reiðaríini alla skyldina fyri Fiskivinnunýskipanini hjá Høgna Hoydal. Har hann ferð aftaná ferð segði, at tey hava fingið alt ókeypist, men tað er also ikki ókeypist at fiska og mær vitandi, so skulu øll partafeløg betala skatt og manningarnar og reiðaríini hava goldið í 100tals milliónir í skatti, tilfeingisgjøldum, uppisølugjøldum og nú menningarkvotur, so ókeypist verður tað ongantíð at fiska.

At samanbera Articon og JFK er total langt úti. Articon betalir heldur onki fyri at koma á eitt byggiøkið, teir byggja og tjena pengar, JFK fiskar og tjenar pengar, so at samanlíkna fiskivinnuna og byggivinnuna er at fara alt ov langt. Tað gongur út uppá at tjena pengar hjá øllum og leggja forðingar fyri høvuðsvinnuna, kemur tær og tínum almennu vinum í dunnuhylinum í Tórshavn aftur um brekku, tí tað er also Fiskivinnan og Danski staturin, sum betalir tykkara okursløn í Tórshavn, minst til tað harra Aksel V. Johannesen.

Hann forstendur ALS ikki at 25 familjur hava mist sítt livibreyð á Sjúrðaberg og eg rokni heldur ikki við, at hann forstendur at 15 familjur missa sítt livibreyð við línubátinum Sigmund tann 1. oktober. Hann forstendur heldur ikki at øll fiskiskipini hjá Thor eru til sølu og hann forstendur heldur ikki at Jupiter verður møguliga seldur og ein kundi blivu við og fortalt honum, hvat gongur fyri seg uttanfyri Tórshavn, men hann hevur tað so “deiliga” gott í Havn og merkir ALS einki til niðurgongd og skítir á familjurnar, sum hava mist sítt livibreyð hesa vikuna.

Men eg rokni við at hann forstendur, at bygningarnir á Hoydølum vera givnir til LISA og Tjóðsavni fyri 0,00 kr., har almennu Føroyar skulu betala 10tals milliónir um árið fyri at hava Hoydalar koyrandi. Rokni eisini við at hann forstendur at listafólk skulu hava 28.000,00 kr. fyri at yrkja í 5-7 ár. Rokni eisini við at hann forstendur, at tað almenna oysir allar pengarnar út til Tórshavn og at har ongar menningarkvotur eru gjørdar, tá ið tað ræður um at gera Føroyar javnari og at brúka allar almennu pengar í tómt hol í høvuðsstaðnum, men minst til harra Løgmaður, tað er also Fiskivinnan og Danski staturin sum betalur.

Ein átti at verið stoltir sum Norðoyingur, at man hevur havt Løgmann, sum er Klaksvíingur og Búamaður, men hetta man vera tann ringasti Løgmaðurin fyri Norðoyggjar yvirhøvur. Hann reint út sagt skítur á okkum og nú tað nærkast valið, so kemur hann møguliga norður og tað fyrsta hann fer at lova okkum her norðuri er, at “Tunnlar norður um Fjall” vera gjørdir, Føðistovan verður sett á stovn aftur, vit fáa onkrar skúlar osv. osv. og so eru fólkini so pill býtt, at tey velja hann aftur. Fiskivinnan verður ikki nevnd við einum orðið, tí har er tað bara fiskimenn sum arbeiða og tað tíma slipsamennirnir í Tórshavn einki at hava við at gera.

Reint út sagt, so hevur hesin maðurin pissa okkum upp eftir rygginum í góð fýra ár og nú valið verður, tá eru vit í Norðoyggjum góð nokk og tá verður ikki tosað um menningarkvotur og fiskivinnunýskipan og at Norðoyggjar og Eysturoyggin einki skulu fáa frá almennu Føroyum.

Hetta skulu vit minnast valdagin, at vit vit bert eru góð nokk hjá Aksel V. Johannsen, Høgna og Poul,  tá ið vit skulu gjalda til tóma holið í Tórshavn og so sjálvandi stemmuna hvørt fjórða ár. Gud forbarmi seg fyri tykkum.

Her reinvaskaða samrøðan við Løgmann i Dag & Viku ígjár, har hann enn einaferð niðurgerð Hanus Hansen uppá tað grovasta, klikk her, “Grundgevingin hjá JFK er órímilig”

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *